Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg fram við Føroyum av vestri, saman við vindi og regni.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn fyrrapartin, seinni klárar í, tó okkurt ælið. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 3 stig.
Langa Fríggjadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum frá líður snarar í ein sunnan. Sólglottar og okkurt ælið, men frá miðdegi verður skýggjað og seint seinnapartin regn. Hitin um dagin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin og tað verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Tað klárar í og verður yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Páskadag verður gul til stívt andøvsgul av norðri og seinni landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin millum 2 og 6 stig.
2. páskadag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Ælaveður og møguliga sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 2 og 6 stig.