Ólavsøkan 2004 í Keypmannahavn við at fáa luft undir veingirnir

TÍÐINDASKRIV

Sum tað sær út nú, er eingin ivi um, at tað stóra takið at fáa ólavsøkutiltøkini klár gongur eftir ætlan. Arbeiðið við ólavsøkuni 2004 í Keypmannahavn 28.- og 29. juli er við at vera komið upp undir land. Bólkurin, sum arbeiðir við tiltakin-um, er eftir góðar og lív-ligar samrøður, nú komin ásamt um eina fyribils skrá fyri ólavsøkuaftan og ólav-søkudag. Ein skrá við bæði ítróttarligum og mentanarligum tiltøkum. Eitt sindur av skemti og gaman verður sjálvandi eisini stundir til.
Stutt úr skránni
Úr skránni kann stutt nevnast: Kappróður millum ymsar føroyskar bátar, mannaðir við fólki frá feløgunum í Danmark, millum annað Róðrarfelagnum Neystinum í Ishøj Havn, Knørri í Hvidovre og Tvørábátinum og øðrum. Áðrenn kappróðurin byrjar, koma bátarnir, fleiri seks- og tíggjumannafør, rógvandi frá Nyhavn tvørtur um havnina til Norðbryggjuna, har teir verða móttiknir av ymsum heiðursgestum. Tryggvi Johansen, stjóri á Føroysku Sendistovuni, hevur játtað at halda setan-arrøðuna.
Eftir kappróðurin verður føroyskur dansur uttandura á Bryggjuni. Samband er við ymiskar føroyskar bólkar og einstaklingar. Ætlanin er eisini, at spælimenn skula ganga runt og seta sín dám á millum róðrarnar. Ymist undirhald verður í hylinum framman fyri Bryggjuna. Fleiri tiltøk vera eisini fyri børnini. Ólavsøkuaftanskvøld verður dansur live á 5. hædd, fýrverkarí og midnáttarsangur. Sjálvandi verður eisini ólavsøkuguðstænasta ólavsøkudag og ein stór, sera áhugaverd konsert við ymiskum, vældámdum føroyskum tónleikarum sum Hanus Johansen, Sámal Ravnsfjall, Stanley Samuelsen og Týr. Jú, sanniliga verður nakað at gleða seg til tann 28.- og 29. juli í Keypmannahavnar Kanalum
Farið er undir at finna stuðlar
Arbeiðsbólkurin er farin í gongd við bæði myndugleikar og privatar fyritøkur fyri at fáa stuðul til tiltakið. Í skrivandi stund hava vit longu fingið skrivliga játtan um stuðul frá Atlantic Airways. Vit hava samband við fleiri aðrar. Tað sær út til, at tær fyritøkur vit hava samband við, vísa okkum stóra vælvild til at stuðla einum tiltakið, sum á ein positivan hátt er við til at seta Føroyar í fokus og vaksa um kunnleikan um Føroyar og føroyingar og tað, sum teir umboða í Danmark.
Gott íkast til býarlívið
Tey fyrstu tíðindabrøvini vórðu send út fyri einum mánað síðani og hava verið í ymsum bløðum her í Danmark og í Føroyum. Vit í arbeiðsbólkinum hava góðar vónir um ólavsøkutil-tøkini. Vit síggja eisini vælvild hjá øllum áhugabólk-unum, sum við hesum hava høvi til at vera við til at gera Keypmannahavn til ein uppaftur áhugaverdari og stuttligari bý hjá íbúgvunum og teimum túsundtals ferðandi, sum vitja býin. Soleiðis at øll kunna uppliva nakað, sum er øðrvísi, nevniliga Ólavsøkuna 2004 í Keypmannahavn.