Ólavsøkan kann bjarga árinum

Sætta róður á rað gjørdist Kvívíkingur nummar tvey hjá átta mannaførum hjá monnum. Hesaferð var munurin til fremsta bátin, Nevi Reyða, ikki eins stórur sum á Fjarðastevnu.
-Vit vistu undan róðrinum, at vit máttu fáa ein góðan start, um vit skuldu gera okkum vónir um vinna á Nevinum Reyða, tí teinurin var bara 1000 metrar í dag. Vit mistu tíverri aftur í dag nógv í startinum, og fingu ongantíð veruliga fatur á Nevinum aftur, sigur Jákup Súni Andreasen.
Hóast Nevi_ Reyða hevur verið einaráðandi hjá áttamannaførum hjá monnunum, hevur Jákup Súni Andreasen góður vónir til róðurin á Ólavsøku.
Jákup Súni og restin av manningini á Kvívíkingi hevur eisini alla orsøk til at vera bjartskygd undan róðrinum á Ólavsøku, tí seinastu tvey árini hevur tað eydnast Kvívíkingi at vinna á ólavsøku.
-Ein sigur á Ólavsøku kann veruliga bjarga árinum hjá okkum. Vinna vit á ólavsøku, eiga vit steypið til ognar, so vit fara at leggja nógv fyri í venjingini upp undir ólavsøku, vísir Jákup Súni Andreasen á.