Ólavsøkuframsýningin 2004

TÍÐINDASKRIV frá Listafelag Føroya

Aftur í ár letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri ólavsøkuframsýningini. Verkini, sum verða sýnd fram í ár, eru 131 í tali, og tað er Listafelag Føroya, sum skipar fyri framsýningini. Nevndin í felagnum hevur staðið fyri úrtøkuni og uppheingini. Meginpart-urin av teimum 39 luttakarunum á framsýningini eru konufólk.
Framsýningin letur upp ólavssøkuaftan kl. 14 og letur aftur 1. august kl. 18.
Tey flestu verkini eru myndir, málningar, prent og tekningar
Ein røð av fínligum abstraktum myndum gera vart við seg. Tær eru eftir Lottu Andersson úr Svøríki. Jógvan Biskopsstø og Agnar Lamhauge gera - á sera ólíkan hátt - vart við seg við nærløgdum og nett málaðum og teknaðum myndum.
Mong av teimum kendu og dugnaligu listafólkunum sýna fram eitt nú Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen, sum hvør við sínum eyðkenda stíli seta náttúrlýsingina í fokus. Ein lýsandi mynd eftir Torbjørn Olsen av-myndar tríggjar ungar kvinnur - sum tær, ið komu til grøvina hjá Jesusi og ein annar stóð fyri teimum? Fleiri onnur lýsa náttúru, fjøll, haga og sjógv, sum framvegis eru týðandi myndevni, hóast tey ikki eru so einaráðandi sum fyrr.

Ung luttøka
Tað er ein gleði at síggja, at nógv yngri fólk hava sent áhugaverd verk inn og summi taka lut í ár á fyrsta sinni. Tað eru millum onnur Heiðrik á Heygnum, sum hevur givið kvøldmáltíðini nýtt lív. Høgni T. Hansen lýsir andsøgnina millum tað reglubundna og undantøkini í gerandisdegnum í eini áhugaverdari mynd, har ramman og uppheinging-artøknin er serstøk.
Tóra Joensen er um-boðað á framsýningini við tveimum flottum oljukrittekningum. Bárður Oskarsson hevur á hegnisliga teknað nýggjar av sínum løgnu verum, og Jensina Olsen hevur eins og tann unga Emilia Dam avmyndað smákyktlíkar verur og skordýr.

Lutir úr gerandisdegnum
Myndirnar hjá Anker Mortensen, Hanna Bjartalíð og øðrum skapa eina heild fyri seg á framsýningini, tí tey hava myndevni frá lutum í gerandisdegnum og úr fjølmiðlum, sum lýsa mannalyndi, rørslur og kenslur. Saman við myndunum hjá Sigrun Gunnarsdóttur Niclasen fortelja myndirnar týðuligar søgur.
Heilt nógv verk hava blandaða tøkni sum stílreinu prentini við tekning hjá Astri Luihn við motivum úr kvæðum.

Installatiónir
Standmyndirnar og installatiónirnar eru fleiri í tali. Vígdis Petersen hevur millum annað tríggjar hálvkúlur við glasbrotum í, sum hon kallar "Upphav". Astrid Macdonald hevur gjørt eitt par, ein ungan mann, sum stoltur vísir ein stóran kalva fram fyri eini konu. "Segl og tari" er ein installatiónin, sum er sett saman av tveimum málningum og einum rekatræi við segli á. Tað er Rannvá Holm Mortensen hevur gjørt hana.

Skemt og álvari, lættir tónar og myrkir
Skemt eyðkennir fleiri myndir eitt nú tær hjá Sigrun Gunnarsdóttur Niclasen, meðan álvarsemi og bersøgin lýsing av lívsins meira døpru síðum eyðkenna myndirnar hjá m.ø. Øssur Johannessen.

Mynd fyri einki
Ólavssøkuframsýning er søluframsýning og kortini er ein mynd á framsýningini ár, sum ongan prís hevur (sum heldur ikki ogn). Hon, sum hevur gjørt myndina sigur, at tann sum er før ella førur fyri at taka myndina og fara við henni, meðan framsýningin er opin, kann hava hana.

Felagið
Listafelag Føroya er stovnað í 1941 og hevur skipað fyri ólavssøkuframsýningum síðani 1948. Nevndin í Listafelagnum hevur hesa manning: Pál Weihe er formaður; Helgi Fossádal er kassameistari; Annika Marr Poulsen og Marjun Sigurðsdóttir eru nevndarlimir og Malan Marnersdóttir er skrivari.
Øll kunnu gerast limir í felagnum og limagjaldið er 200 kr. árliga. Høvuðsendamál felagins er at stuðla føroyskari list einamest við at keypa verk og skipa fyri framsýningum. Ársaðalfundur verður 4. september kl. 14 í Listasavninum.

Ólavsøkuframsýningin
er opin:
Ólavsøkuaftan kl. 14?20
Ólavsøkudag kl. 14?20
30. juli kl. 11?17
31. juli kl. 14?18
1. august kl. 14?18