Umborð á gamla seglskipinum er ein, sum hevur leitað afturá familjuslóðina í Føroyum nágreiniligari Skopun. Men umborð er hesin ikki at hitta. Tað er ólavsøkukvøld og maðurin, Modulf Gjeldsvik, er uppi í býnum saman við famljuni.
Fleiri taka sær tíð til at forvitnast og hyggja eftir norsku skipunum, og summi vitja eisini umborð. Tey trý skipini lógu í ein dag við Müllers brúgv, men lógu á ólavsøku við Kongabrúnna.
Í staðin hitti eg Henry Ståle Farstad og Kjell Inge Farstad, sum fortelja mær frá ferðini higar og skipinum, sum hevur ígjøgnum hvørt av sínum.
Skipið er saman við tveimum øðrum í einum ferðafylgi og hevur vitjað í Føroyum í eina stutta viku. Sunnudagin fóru skipini norður til Klaksvíkar, Framstig fer beinleiðis aftur til Noregs, meðan hini bæði fara til Hetlands og so heimaftur.
Framstig er bygt í 1914 og hevur verið brúkt til eitt sindur av hvørjum gjøgnum árini. Fyrstu árini var tað fiskiskip, síðan nøkur ár sum ferja. Í fleiri ár lá skipið á einum skeri.
Í 1978 bleiv tað sett í stand og fýra ár seinni var tað klárt til eina sigling kring knøttin. Framstig hevur fyrr verið í Føroyum, lá í Vágsbotni og var tá á ferð til Grønlands. Framstig sigldi kring jørðina á eini ferð, ið vardi 2½ ár. Herímillum steðgaði skipið í Papa Ný-Guinea.
Umborð í hugnaligu og sum vera mann trongu kahúttini, meðan nakrir av manningini longu eru tørnaðir inn og liggja í koyggjunum, siga teir báðir Farstad-menninir frá hesi ferðini. M.a. fortelur Kjell Inge, at skiparin fekk eina stórfingna móttøku frá høvdinganum í tí einu bygdini. Hann fekk bjóðað bæði jørð og ta einu døtrina. Um hetta er ein skrøna ella ikki spyrji ikki nærri til, men á vegginum hanga pílar og myndir, ið vitna frá hesi vitjanini í Papa Ný-Guinea.
Tey sjey umborð kennast og hava ein felagsáhuga í søgu og hava við ferðini ynskt at koma brøðrafólkinum fyri eystan eitt sindur nærri.
Við umborð hevur kendi norski myndlistamaðurin Ørnulf Opdahl verið. Hann hevur m.a. havt framsýning í listaskálanum og hevur í løtuni framsýning í Grimsby, Skotlandi. Meðan vit sita og práta koma vit av óvart til at vekja hann. Men hann, eins og hinir báðir, eru í góðum lag. Teir eru sera væl nøgdir við túrin og eisini ólavsøkuna.
Men hann við familju úr Skopun er ikki at finna hetta ólavsøkukvøldið og tað er helst væl skilligt. Meðan tey hava verið her hava tey ikki sæð nógv til hann, tí hann í heilum hevur verið saman við familjuni, siga Farstad-menninir at enda. Meðan fleiri gestir koma umborð at vitja, sleppi eg mær í land aftur.