Gudstænastan á ólavsøku verður sum ætlað.
Tað staðfestir Jógvan Fríðrikson, bispur.
Hann sigur, at millum manna hava røddir verið frammi um at avlýsa ólavsøkugudstænatuna fyri at forða fyri at svínakrím spjaðir seg.
Hugsað hevur verið um, at smittuvandin er serliga stórur á ólavsøkugudstænastuni við eini rokaðari krikju.
Men bispur staðfestir, at tað verður av ongum, at hon verður avlýst.
- Tað verður ikki uttan so, at landslæknin beinleiðis áleggur okkum at seta heilt serlig tiltøk í verk, sum mugu metast sum ein undantaksstøða av læknafrøðilgum orsøkum fyri at forða fyri smittuspjaðing, sigur hann.
Les eisini greinina: Kirkjan fer kanska at umrøða svínakrím