Ólavsøkuhýrur í B36 húsinum

B36 vann heili 5-1 á NSÍ í landskappingar og ólavsøkudystinum í Gundadali í dag. Dánjal Rói Olsen skoraði tvey, Bárður Olsen og Gunnar Zachariasen skutu hvør sítt. Tað fimta var sjálvmál. Jann Martin Mortensen skoraði málið fyri NSÍ.

 

B36 vísti sannførandi spæl í Gundadali í dag. Veðrið var av tí besta og tey trý skýlini vóru næstan øll fullsett, meðan nógv fólk eisini stóð kring vøllin. Longu aftaná fýra minuttir kom B36 á odda, tá Símun Joensen við neyvum innleggi fann Dánjal Róa Olsen, sum skallaði bóltin í mál.

 

Góða spælið helt fram allan fyrra hálvleik, men B36 megnaði ikki at leggja afturat tí eina málinum. Hetta er ikki ókent fyri B36 í ár, har liðið hevur spælt fleiri góðar dystir, men mist leiðslur móti endanum.

 

Bara tveir minuttir inn í seinna hálvleik bragdaði tó hjá B36, tá Bárður Olsen økti til 2-0. Staddur nakað til høgru stutt uttanfyri brotssteigin lyftur hann bóltin við bleytum skoti upp um NSÍ málverjan og í mál.

 

Tjúgu minuttir fyri tíð kom NSÍ fyri fyrstu ferð veruliga inn í dystin. Eftir hornaspark datt bólturin fyri føturnar á Jann Martin Mortensen, sum meddaði bóltin í kassan. Stutt seinni hevði NSÍ ein góðan møguleika at javna. Eina løtu var fjáltur á B36 liðnum, sum hevur verið í hesu støðuni fleiri ferðir fyrr.

 

Fimm minuttir seinni økti Dánjal Rói Olsen til 3-1 eftir uppspæl í vinstru frá Jákupi á Borg(Myndin). Dánjal Rói Olsen og Jákup á Borg komu væl frá uppgávuni saman við fleiri av liðfeløgunum. Tveir minuttir fyri tíð bleiv 4-1 við sjálvmáli, sum kom eftir hornaspark frá Róaldi Jakobsen.

 

Í sama minutti kom Gunnar Zachariasen á vøllin fyri fyrstu ferð í B36 troyggjuni, eftir at hann flutti spælaraloyvið til B36. Gunnar Zachariasen kom á føroyska fótbóltspallin, tá hann varð úttikin til U-21 landsliðið. Hann hevur spælt við ungdómsdeildini hjá Brøndby. Hann hevur síðani spælt við danska AB og hevur fingið seg royndan á besta liðnum hjá teimum.

 

Hann hevði bara verið á vøllinum í tríggjar minuttir tá Bárður Olsen sendi Jákup á Borg í høgru. Liðskiparin hjá B36 sendi bóltin innfyri til Gunnar Zachariasen, sum tamdi bóltin og sparkaði hann síðani í mál til endaliga úrslitið, 5-1.

 

Sámal Ímundarsson, formaður í B36, segði í samrøðu við Rás 2 undir dystinum, at partarnir samráðast um at fáa ein sáttmála upp á pláss.

 

Effodeildin 17.umfar:

 

B36 - NSÍ 5-1 (1-0)

1-0 Dánjal Rói Olsen, 5

2-0 Bárður Olsen, 48

2-1 Jann Martin Mortensen, 69

3-1 Dánjal Rói Olsen, 74

4-1 Pól Jóhannus Justinussen, 88 sjálvmál

5-1 Gunnar Zachariasen, 90+1