Ólavsøkukórið venur

Felagssangurin á ólavsøku verður sum vant á midnátt ólavsøkudag, og fyrireikingarnar hjá kórinum eru byrjaðar. Undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen hava fyrstu venjingarnar verið, men frá fyriskiparunum verður sagt, at tað var ynskiligt, at fleiri fólk vóru í kórinum. Øll áhugað kunnu taka lut, og verður vant í Læraraskúlahøllini leygardagin frá klokkan 16 til 18, og sunnudagin frá klokkan 16 til 19. Eisini verða venjingar á skránni sunnudagarnar 20. og 27. juli.