Her hugsi eg fyrst og fremst um, at lagt verður eftir fyritíðarpensiónistum. Ófatuligt, at enn einaferð verður lagt eftir teimum veikastu herðunum í samfelagnum. Hesi fólk, sum av sjúku ella breki ikki hava fullan arbeiðsførleika, skulu nú ikki hava møguleika at vinna sær nakrar eyka krónur á arbeiðsmarknaðinum, uttan at landskassin skal mótrokna í pensiónini beinanvegin. Hetta er bæði skammiligt og grátuligt fyri okkara landsstýri.
Hesi fólk hava havt stóra gleði av at koma út á arbeiðsmarknaðin í parttíðarstørv. Harvið hava tey eisini kent seg væl við at gagna samfelagnum – samstundis sum tey hava vunnið sær nakrar eyka krónur til lívsins uppihald.
Andstøðan hevur mótmælt hesum tiltøkum, og tíbetur hava eisini nøkur samgongufólk víst sína ónøgd við hesa ætlan.
Síggi í Sosialinum, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at nøkur av samgongufólkunum hava »sitið og lúripassað«, men nú mikrofonin er tendrað, fara fólk at gera vart við seg. Hesi orð havi eg ongan førleika at taka støðu til, men eitt er púra vist, at verður hendan ætlan ikki slept, so fremur løgtingið enn einaferð grovan ágang ímóti teimum veikastu í samfelagnum.