Týsdagin tann 27. juli kl. 1830 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1986 ella fyrr, og vaksin fødd í 1958 ella fyrr (veteranar). Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í báðum bólkunum.
Kappingin á Ólavsøku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kappingini fyri vaksin og børn. Á heimasíðuni www.athletics.fo er kunning um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku.
Børnini byrja at renna kl. 19.15 tá dreingir og gentur - 7 ár (f. 1997 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur - 10 ár (f. 1994-1996) sama tein
Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur - 13 ár (f. 1991-1993) og dreingir og gentur - 17 ár (f. 1987-1990).
Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.
Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir á Ólavsøkurenningini eru heiðraðir.
Tilmelding kann bert gerast á www.athletics.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.30-18.30. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti mánakvøldið tann 26. juli.
Skrá:
17.30Heintan av startnummari á Skálatrøð
18.30Vaksin (fødd í 1986 ella fyrr) renna5 km
19.15Børn - kappast í hesi raðfylgju:
Børn - 7 ár (f. 1997 ella seinni)renna600m
Børn - 10 ár (f. 1994-1996) renna600m
Børn - 13 ár (f. 1991-1993) renna1200m
Børn - 17 ár (f. 1987-1990) renna1200m