Týsdagin 27. juli skipar Bragdið fyri rennikappingum í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start og mál í øllum kappingunum verður á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18, tá vaksin renna fimm kilometrar. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út í Bakka. Rutan er tann sama sum í 2009. Spenningurin er eisini stórur, tí hetta er seinasta umfar av Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu, og verður kappingin avgjørd á ólavsøku. Øll tey vaksnu byrja samstundis, og verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1994 og eldri, vaksin fødd í 1964 og eldri (veteranar), og vaksin fødd 1954 og eldri (superveteranar).
Børnini byrja at renna kl. 18.30, tá gentur og dreingir 7 ár renna einaferð runt 600 m). Síðani renna gentur og dreingir 10 ár sama tein. Tey størru børnini renna tvær ferðir runt. Kappast verður í hesum bólkum: gentur og dreingir 13 ár og gentur og dreingir 17 ár. Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki. Kl.19.30 verður heiðursmerkjahandan har nr. 1, 2 og 3 í FM GrandPrix kappingini fáa steyp til ognar.
Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Lützens Timburhandli frá kl. 17-18. Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin tann 26. juli.