Leygarkvøldið fyltu John Lawton og Deiggj Norðurlandahúsið og spældu eina frálíka konsert fyri teimum hundraðtals – fyri tað mesta vaksnu – fólkunum, sum vóru komin at lurta.
Hetta er triðju ferð, at John Lawton vitjar í Føroyum og spælir saman við føroyska tónleikabólkinum. Fyri nøkrum árum síðani var konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum riggaði væl, og hesaferð varð tiltakið flutt í stóra salin í Norðurlandahúsinum, har tað enn einaferð endaði sum ein succes.
John Lawton var í nøkur ár í sjeytiárunum sangari í bretska rockbólkinum Uriah Heep, sum nógvir føroyingar kenna væl.
- Árini í Uriah Heep vóru sera stór fyri meg í allar mátar. Eg ferðaðist um allan heimin við bólkinum, vit góvu plátur út, og alt hetta hevði nógv at siga fyri mína yrkisleið sum tónleikari. Vit høvdu tað eisini gott saman fyri tað allarmesta, so tað vóru nøkur góð ár, sigur John Lawton.
Familjan
Seinastu árini hevur John Lawton í fleiri umførum spælt saman við føroyska bólkinum Deiggj - bæði herheima og til Uriah Heep tiltøk uttanlands.
- Teir í Deiggj eru dugnaligir tónleikarar og nakrir fittir fýrar. Nú havi eg spælt nakrar ferðir saman við teimum, og tað dámar mær sera væl. Tað er sum at hava eina familju í Føroyum, sigur John Lawton.
Og familjan snýr seg ikki bert um teir, sum standa á pallinum og spæla. Uriah Heep snýr seg eisini um hundraðtals fólk, sum vilja á konsert at hoyra Deiggj og Lawton spæla kendar og minni kendar Uriah Heep sangir.
Og leygarkvøldið brúkti hendan føroyska Heep familjan nakrar góðar og hugnaligar tímar saman í Norðurlandahúsinum.