Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið bestu kvinnuliðini hjá KÍ og HB í góðveðrinum í kvøld hittust í Klaksvík.
Einasta málið skoraði HB í 69. minutti. Málskjútti var Lea Lisberg, sum fýra minuttir frammanundan varð skift inn. Hetta er fyrsta árið, at Lea Lisberg spælir við HB, og hetta var fimta málið hjá henni í ár. Í fjør spældi hon ikki. Í fyrraárið var hon í Víkingi, og annars hevur hon EBS/Skála.
KÍ málverjin hálvbjargaði eftir langskot úr vinstru, og so var Lea Lisberg fyrst á returbóltinum og skoraði.
HB sigurin í Klaksvík í kvøld ber við sær, at HB framvegis er ósigrað, og at KÍ fyri fyrstu ferð í ár fór av vøllinum uttan úrtøku. HB hevur 28 stig fyri 10 dystir, og KÍ hevur 22 stig fyri 9 dystir. Tá ið tey bæði fremstu fyrr í ár hittust í Gundadali, endaði tað 2-2. Tað eru tvey umfør eftir av grundspælinum, sum verður liðugt 26. juni, og so verður farið undir endaspælið, har liðini hittast fýra ferðir.
Í hinum báðum dystunum í kvøld vóru úrslitini
07 Vestur – Víkingur 0-4 (0-2): Sára Vang Justinussen, Mona Rasmusardóttir br, Jonnhild á Sondum og Tóra við Gil.
B36 – Skála ÍF 1-0 (1-0): Livyan Silva
Mikudagin 17. juni
Víkingur – NSÍ
HB – 07 Vestur
Skála ÍF – KÍ
| HB | 10 | 9 | 1 | 0 | 42 | 5 | 28 | |
| KÍ | 9 | 7 | 1 | 1 | 42 | 3 | 22 | |
| Víkingur | 10 | 6 | 0 | 4 | 31 | 13 | 18 | |
| NSÍ | 9 | 4 | 0 | 5 | 10 | 23 | 12 | |
| B36 | 10 | 3 | 0 | 7 | 4 | 36 | 9 | |
| Skála ÍF | 9 | 2 | 1 | 6 | 6 | 24 | 7 | |
| 07 Vestur | 9 | 0 | 1 | 8 | 2 | 33 | 1 | |
| Máltindurin | ||||||||
| Julia Naomi Mortensen | HB | 10 | ||||||
| Brá Zakariasardóttir | HB | 8 | ||||||
| Durita Hummeland | KÍ | 6 | ||||||
| Malena Olsen | KÍ | 6 | ||||||
| Sólja Ernstsdóttir | KÍ | 6 | ||||||











