Legði fót fyri kvinnu sum ikki vildi dansa

Tað er ikki altíð, at tað spælir væl av, tá ið menn bjóða kvinnum at dansa,

Tað er ikki altíð, at tað spælir væl av, tá ið menn bjóða kvinnum at dansa, men ein hending frá Århus sunnukvøldið er tó rættiliga sermerkt.

Ein maður beyð eini 23 ára gamlari kvinnu at dansa á náttklubbanum Train, men kvinnan hevði ikki hug at dansa við manninum. Maðurin gjørdi ikki mætari, enn at hann legði fót fyri kvinnuna, sum datt. Og síðani sparkaði hann kvinnuna í knæið.

Kvinnan varð flutt á sjúkrahús, og har varð staðfest, at hon hevði brotið handliðið, tá ið hon datt.