Legði sjálv gravarferðina til rættis

Í dag fer fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Margareth Thatcher til gravar, og sambært fleiri bretskum fjølmiðlum legði hon gravarferðina til rættis fyri meiri enn átta árum siðani. Sum skilst var hon eisini rættiliga nærløgd, soleiðis at næstan hvør smálutur bleiv tikin við.

Eitt nú vildi hon hava herflotan at hava ein serligan lut í sambandi við gravarferðina, og kemst tað av, at herflotin hevur eitt serligt tilknýti til kríggið um Falklandsoyggjarnar, tá Bretland við Thatcher á odda rak argentinar úr oyggjunum. Herflotin fær eisini ein serligan lut í sambandi við jarðarferðina í dag, tí herflotamenn eru millum berararnar.

Eitt annað, sum Margareth Thatcher legði til rættis, var, at tann sitandi forsætisráðharrin skal lesa úr bíbliuni inni í St. Pauls Cathedral, og tað fer David Cameron at gera.