Legendur úr B36 og HB bresta saman í Gundadali

Spennandi legendudystur verður 28. juli klokkan 19.

Ólavsøkuaftan bresta legendurnar úr HB og B36 saman í einari grannauppgerð.

 

– Hetta er ólavsøkudysturin sum vit minnast hann. Alt er at vinna, og alt at tapa. Tað snýr seg um at eiga ólavsøkuna. Hvør sleppur at reypa til arbeiðis 30 juli? siga stigtakararnir.

 

Á liðnum hjá B36 eru menn sum John Petersen og Jákup á Borg, og á HB-liðnum eru menn sum Andrew av Fløtum og Rógvi Jacobsen.

 

Venjari hjá B36 er Pjotr Krakowski, meðan HB-venjararnir eru Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen.

 

– Um tú vilt halda ólavsøkuna sum fyrr, tá vit skundaðu okkum niðan aftaná kappróðurin at heppa á okkara menn, so er at gera sum fyrr, kom niðan, tak vinfólkini við undir armin, siga stigtakararnir.

 

Tað er ókeypis atgongd. Møguleiki er tó eisini at stuðla við einari peningaupphædd, har peningurin fer til eitt vælgerandi endamál.

 

##med2##

 

Eisini spæla B71 og AB 1. deild á Tórsvølli klokkan 19. Les meira um tað HER.