Hon er allastaðni
Tú skalt veruliga gera tær ómak, um tú vilt sleppa undan tónleikinum hjá Lady Gaga. Hon hevur mest sum hertikið útvarpsstøðir kring allan heimin, og hon hevur støðugt nýggjan sang á hitlistunum. Triðja fløgan hjá Lady Gaga bjóðar eitt sindur av hvørjum – og í øllum førum nakrar kendar sangir.
Lady Gaga
Born This Way
Mjúkur jazz-poppur
Nógv munnu kenna væl smurda tónleikin hjá danska bólkinum Moonjam. Saxofonin var í miðdeplinum, tá ið teir fingu fleiri hitt síst í 80’unum og fyrst í 90’unum. Fyri tveimum árum síðani gav bólkurin comeback-fløgu út, og nú royna teir seg við enn einari útgávu. Og hetta er eitt veruligt ekkó frá fortíðin, tí Moonjam líkist fullkomiliga sær sjálvum.
Moonjam
Bandet Og Den Uskyldige Morder
Nicks roynir seg aftur
Hon er júst blivin 63 ára gomul, og tað eru liðin 10 ár, síðani hon seinast gav fløgu út. Men hóast hesar frotreytir er Stevie Nicks í góðum formi á nýggju útgávuni. Hetta er ein búgvin poppfløga, har hon ikki rennir undan síni fortíð í bólkinum Fleetwood Mac.
Stevie Nicks
In Your Dreams
Nýggjar tulkingar
Hon hevur eina víðagitna eyma rødd, og hesaferð brúkar hon røddina til at tulka gamlar sangir hjá sær sjálvari av nýggjum. Kate Bush hevur gjørt nýggjar innspælingar av sangum frá tveimum av sínum høvuðsverkum, og tað kemur hon væl frá.
Kate Bush
Director’s Cut
Fangandi og krevjandi
Teir í Beastie Boys hava ongantíð verið sum hini. Kreativir og ósmædnir brúka teir allar hugsandi musikalska møguleikar á hesi útgávuni, sum hevur verið leingi ávegis. Sjey ár eru liðin síðani seinastu útgávuna, men nú hava fólk fingið nýggjan tónleik frá bólkinum. Og teir eru sum vant bæði fangandi og krevjandi á hesi útgávuni.
Beatie Boys
Hot Sauce Committee Part Two
Popput country-rødd
64 ára gamla country-songkvinnan hevur gjørt eina nýggja fløgu, sum er meira popput enn klassiskt country. Men røddin, sum altíð hevur staðið sterk, kann framvegis syngja eymt og inniliga, og Emmylou Harris ber í stóran mun hesa útgávuna við sínum sangavriki.
Emmylou Harris
Hard Bargain
Broyttir rapparar
Rappararnir Nik & Jay hava flutt seg síðani seinastu útgávuna, sum kom fyri fimm árum síðani. Og teir hava upplivað mangt og hvat hesi árini síðani og halda sjálvir, at teir hava ment seg persónliga. Tað skal gjarna hoyrast aftur á fløguni, har Eivør Pálsdóttir eisini leggur rødd til á einum av bestu sangunum á útgávuni.
Nik & Jay
Engle Eller Dæmoner
Duff syngur bara
Einaferð var hann basspælari í mæta rockbólkinum Guns N’ Roses, men nú hevur hann sín egna bólk, og hetta er onnur útgávan frá teimum. Bólkurin spælir eitt bland av grunge, glam, punk og hørðum rocki. At Duff ikki veit av, at hann ikki burdi sungið, ger, at hann hóast alt sleppur væl frá leiklutinum sum sangari.
Duff McKagan’s Loaded
The Taking
Hittmakarar siga farvæl
Norski poppbólkurin A-ha hevur sett punktum fyri sínari egnu karrieru, hóast teir fyri tveimum árum síðani góvu eina vælseljandi fløgu út. Trý áratíggju við hittum er farin afturum, og hendan útgáva er live-upptøka av seinastu konsertini í Oslo í fjør.
A-ha
Ending On A High Note – The Final Concert
Kenslur og rútmur
Nýskapandi føroyski bólkturin skapar hugtakandi myndir og tónleik við sínum heimagjørdu ljóførum. Hetta er fólkatónleikur við kenslum og rútmum, sum virka innbjóðandi. Orka er nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki.
Orka
Óró
80’ara sjarma
Einaferð var Duran Duran mætasti poppbólkur í heiminum, men tað eru liðin nógv ár síðani stórtíðina í 80’unum. Teir eru tó framvegis virknir og vísa á hesi útgávuni, at teir kunnu gera viðkomandi popptónleik – og sjarmuna frá 80’unum hava teir ikki mist.
Duran Duran
All You Need Is Now
Legenda við nýggjum sangum
Eitt ár í heimastudionum í Connecticut er bakgrundin fyri seinasta útspælinum hjá legenduni Paul Simon. Á hesari útgávuni hevur Paul Simon brúkt kassagittarina sum útgangsstøði fyri sangunum, heldur enn at byggja teir á eina rútmu, sum hann hevur gjørt nógv av seinastu árini.
Paul Simon
So Beautiful Or So What