Leggið 10 kr í avgjaldi á útlendsk vikubløð

- og latið peningin fara til tað skrivaða orðið. Hetta var eitt av hugskotunum hjá Jenny Petersen í hennara »løgmansrøðu« í Miðlahúsinum mánakvøldið

Jenny Petersen

Harra formaður
Vit vita øll, at alt okkara lívsgrundarlag, samleiki, ja øll okkara tilvera, er bygd á ta mentan, vit hava.
Okkara siðmentan hevur borið okkum fram til dagin í dag, og má tað setast stuðul av til at styrkja tey søvn, ið vit hava. Styrkur má fáast til vega, so tað er møguleiki hjá øllum okkara íbúgvum, at kenna henda siðaarv.
Tað er við stoltleika, at landsstýrið nú er farið undir at arbeiða við Visión 2015, men hetta setir eisini krøv til okkara útbúgvingar- og mentunarpolitikk. Vit liva í eini broytingartíð, við tí altjóðagerð samskiftis- og kunningartøknin setir okkum í dag. Hetta økta samskiftið, millum ymisku mentaninar, setir stór krøv til okkum. Hesum skulu vit ikki vera bangin fyri, men heldur bróta upp ermar og taka ímóti tí sum eina avbjóðing og sum eina hjálp, til at styrkja okkara egnu mentan.
Samfelagið skal virðismeta síni listafólk, politikarin skal ikki bara minnast listafólkið, tá ið vit hava vitjan uttanífrá, taka tey fram, rista dustið av teimum og so seta tey aftur á pláss. Listin gevur fólkinum trivnað. Kravið er, at politikarin tekur støðu til "humankapital".
Eisini vita vit, at í dag er kreativitur, vitan og listagávur ein nógv eftirspurdur førleiki.
Komandi ár leggur Landsstýrið fram eina ætlan fyri mentunarpolitkkin her á landi, og skal eg her koma inn á tað skapandi og útinnandi listina. Sum áður sagt, vita øll, at lívsgrundarlag okkara er bygt á tað, ið listin gevur okkum. Um visón 2015 skal ganga út, og við teim krøvum, hetta fer at seta til okkum øll, ið búgva í hesum landi, so er neyðugt, at trivnaðurin er góður. Øll eru vit vitandi um, at góðar mentunar- og listarligar upplivingar, eru við til at geva okkum eitt betri lív, og at víðka okkara lívsfatan. Góðar upplivingar flyta mørk, tær opna okkara sansir, og gera tað ókenda kent. Mentunarupplivingar geva okkum íblástur, til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
Fyrst av øllum fara vit at raðfesta mentanina hægri, so at tað kann gerast liviligt hjá teimum, ið burturav fáast við listina. Vit eiga at seta krøv til okkum sjálvi, so at listafólkini ikki verða ein partur av okkara samfelag, ið fella uttan fyri alla ta sosialu trygd, ið krevst í einum nútíðarsamfelag.
Í 2002 kom Mentunarálitið "Mentan og menning" og sjálvt um tíðin á mongum økjum er runnin frá hesum áliti, so eru fleiri mál í tí, ið vit fara at føra út í verki.
Mentunargrunnur Løgtingsins er í fleiri ár nevndur "Flagg-skipið í føroyska mentunarpolitikkinum", men okkurt má gerast áðrenn skútan søkkur. Í 2005 er játtanin til flaggskip okkara 4,5 millionir, og hetta er ikki nógmikið til at gera eitt líkinda føroyskt filmsverk fyri. Eftir uppskotinum í álitinum "Mentan og menning" skuldi henda játtan, verið komin upp á kr. 7,6 mill. í ár, men fer samgongan komandi ár at hækkað játtanina til 9,8 mill. eftir hesum sama áliti.
Føroyingar hava nú í fleiri høpum sæð, at Føroysk tónlistafólk hava vunnið seg fram uttanlanda, og er hetta innan flest allar tónleikagreinar. Hetta eru vit sera errin av, men vit mugu taka í egnan barm, tí nógv av hesum er gjørt, uttan tann stuðul, tey áttu at fingi frá okkum. Vit vilja nú fara undir at stuðla og menna tey, ið vilja royna at troyta nýggjar leiðir.
Innan myndlistina, hava vit eisini nógv listafólk, ið gera land okkara kent uttanfyri landoddarnar, bæði ung sum eldri, umframt at tey eins og hini listafólkini, geva okkum nógvar góðar upplivingar her heima.
Landsstýrið er gjørt varugt við, teir trupuleikar hesi hava, tá ið tey fara út í heim at umboða okkum. Komandi ár, verður bólkur settur, at arbeiða fyri at gera tað lættari hjá myndlistini, eins og hinum listagreinunum at fara út í heim.
Í mun til fólkatal, koma nógvar og dygdargóðar bøkur út á hvørjum árið. Keðiligt er at vita sær, at útgávurnar kundu verið fleiri, um landið bert hevði fjálgað um hesa listagrein fyrr. Komandi ár fara vit, umframt tann økta stuðulin til Mentunargrunn Landsins, eisini at oyramerkja stuðul til týðing av føroyskum bókmentum, tí vit vita øll, at okkara mál ikki er tað, ið flestu útlendigar hava møguleika at koma til. Umframt hetta verður tað sett eitt avgjald á kr. 10,- á hvørt selt útlendskt vikublað, og fer hesin peningur óskerdur til tað føroyskt skrivaða orðið.
Í ár fingu vit so Tjóðpall Føroya, heimsins yngsta og minsta Tjóðpall. Karmarnir hesin hevur at arbeiða undir, eru eins og alt hitt, heldur ikki nóg góðir. Hetta er ein listagrein, ið hevur, um umstøðurnar loyva tí, allar hinar listagreinarnar við í sínum arbeiði. Landsstýrið hevur ætlanir um at hækka játtanina frá 2,4 mill, til nærri teim 8 mill. komandi ár, eftir tí, sum stendur í fyrr nevnda áliti. Tað fylgja tó tey krøv við, at Tjóðpallurin tá framførir føroysk leikverk á hvørjum ári. Hesin stovnur hevur, sum tað er í dag, ikki møguleika at seta fólk í fast starv, men við tí ætlaðu játtanini, skal verða rúm fyri hesum.
Í ár bleiv Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya lagt saman til ein stovn, Kringvarp Føroya. Hetta er størsti mentunarstovnur okkara. Løgtingið veit, at sjónvarpsparturin hevur haft fíggjarligar trupuleikar, tí arbeiði hjá hesum stovni, krevur nógva orku. Nú verður farið undir at gera eina ætlan fyri stovnin. Eisini skal finnast útav hvønn fíggjarligan karm hesin stovnur hevur tørv á, nú hann er samanlagdur. Tó vil politiski myndugleikin eisini seta nøkur krøv til hendan mentunarbera okkara. M.a. skal tað vera ein treyt, at brúka føroysk listafólk, tað verði seg innan tónleik, skaldskap, upplestur og annað. Til dømis kundu vit hvønn dag hoyrt dagsins yrking, hetta kann vera yrkingar bæði hjá ungum nýggjum yrkjarum, sum hjá teim meira royndu. Tað skal merkjast, at Kringvarp Føroya er fremsti mentunarstovnur okkara.
Eins og fleiri av grannalondum okkara, fara vit undir eitt tiltak, sum eitur tann menturnaligi skúlasekkurin. Hesin hevur við sær, at allir skúlanæmingar í landinum, á hvørjum ári, skulu sleppa til minst eina konsert, eina myndlistaframsýning, eina sjónleikaframførslu, út at vitja minst eitt av søvnum okkara og at møguleiki verður at fáa ein rithøvund, ið tey hava lisið, at koma út á skúla teirra. Hetta fyri at geva teimum ein góðan førning við á lívsleið síni.
Í nógv ár hava vit haft musikkskúla, listabreytir, og valfak innan listargreinarnar í skúlunum og hetta hevur givið nógvum ungum fólkum hug at velja sær listina sum yrkisleið. Nú er tíðin komin til at vit taka ábyrgd av tí vit hava sett í verk. Vit mugu bjóða hesum ungfólki, ið hava valt eitt lívsyrkið innan listina, út frá teimum møguleikum, ið tey hava roynt í skúlunum, nakað at koma heim aftur til.
At enda, vil eg vegna Landsstýrið bert siga tykkum, ið halda hetta ljóðar at verða í so framsøkið, at tað er tað ikki, vit vilja fremja hetta í verki. Tí vit vita at ein virkin mentunarpolitikkur hevur postivar búskaparligar avleiðingar fyri alt samfelagið. Vit vænta at vinnulívið verður við okkum, men kunnu ikki væntað at teir stuðla, um vit ikki sjálvir ganga á odda.
Men vit mugu minnast at ein íløga í listina, er ein langtíðar íløga, sum vit eisini mugu tora at taka. Hvat fær Danmark ikki burturúr H.C.Andersen í dag, Noreg úr Munch, Svøríki úr Strindberg, og vit úr &..?
Vit eru øll errin, tá ið onkur okkara kemur langt, lat okkum halda áfram við tí. Vit vita øll hvønn týdning listin hevur fyri hvørt einstakt menniskja.
Vit liva ikki fyri at arbeiða, men vit arbeiða fyri at liva.
Samanumtøka
Harra Formaður
Tað er mær ein sonn gleði at standa her í 2020 og halda enn eina løgmannsrøðu. (Føroyski veljarin er jú trúgvur sum trøllið.)
Í dag síggja vit hvønn ávøkstur tað gav, at vit tordu at seta íløgu okkara í mentanina.
Longu nú síggja vit tann búskaparliga ávøksturin, hetta hevur givið okkum. Heimurin er gjørdur varðugur við okkum.
Tað er við stoltleika at vit frætta uttan úr heimi, hvussu tað gongur Symfoniorkestri okkara, á ferð teirra fyrst til Moskva og nú teir eru farnir víðari til Japan. Vit hoyra at teir spæla fyri fullum høllum, hvar teir koma, og longu nú er sett ein eykakonsert upp í London.
Eisini var tað ein heiður at taka ímóti fyrsta rithøvunda okkara í fekk Nobelsvirðislønina innan bókmentir.
Errin kann leiklistin verða nú nýggjasti dramatikari okkara verður spældur á pallum um allan heim, og altjóða ummælarir nevna hann tann nýggja Shakespeare.
Landsstýrið gleðist eisini um øll tey, ið vitja landið, fyri at síggja føroysku ballettina í stórfingna Tjóðleikhúsið okkara, tí nógv eru tey, ið vilja síggja mentunarhús okkara, har ið sermerktið føroyski arkitektururin og náttúran renna saman.
Hetta nýtist ikki bara at vera ein dreymur.