Heri Mohr
--------
Tann 29. januar 1964 kom í gildi fólkatingslóg um Investeringsfond for Færøerne. Við hesari lóg (nr. 28) játtaði Fólkatingið grunninum 60 milliónir yvir 6 ár (6 x 10 mió.). Í Føroyum fekk grunnurin beinanvegin heitið 60-milliónagrunnurin.
Grunnurin var fyrst og fremt ein lánigrunnur til almennar íløgur: vegir, berghol v.m., útbygging av elorkuni (SEV) o.a.
Við lóg játtaði Fólkatingið í 1970 grunninum 54 milliónir yvir 6 ár, og í 1976 játtaði Fólkatingið grunninum 26 milliónir yvir 4 ár.
Sostatt hevur Fólkatingið játtað grunninum samanlagt 140 milliónir yvir 16 ár; og ikki kann sigast annað enn, at stórt brúk hevur verið fyri hesum grunni:
Landskassin hevur fingið nógv lán úr grunninum til vega- og bergholsgerð.
SEV fekk kærkomin lán til elútbygging.
P/F Atlantic Airways fekk stórt milliónalán, sum til alla lukku bjargaði felagnum undan húsagangi.
Bankakreppan í 1993 fór við einum láni upp á 200 milliónir, sum kanska er einasta lán, ið grunnurin higartil hevur verið noyddur avskrivað sum tap.
Stovnsfæðið hjá Ílegg-ingargrunninum fyri Føroyar - 140 milliónir - við rentuvinningum av veittum lánum og innistandandi í peningastovnum er vorðin størsti og stinnasti grunnur, sum vit føroyingar yvirhøvur ráða yvir, - hóast hann ikki er landskassans ogn!
Landskassin átti nakrar stórar grunnar: Vinnulánsgrunnin, Skipaflotagrunnin, Veðhaldsgrunnin, Upphøggingargrunnin o.a., - teirra lagna varð døpur; teir hvurvu allir í myrkrinum.
Í hesum døgum hava vit fingið at vita, at landsstýrið og tann danska stjórnin eru samd um at biðja Fólkatingið broyta lógina um Investeringsfonden for Færøerne soleiðis, at grunnurin fær heimild at veita 350 milliónir í studningi til leingjan og nútímansgerð av flogvøllinum í Vágum.
Tað eru óivað bert fáir føroyingar, sum ikki gleða seg til, at vit nú endiliga fara at eiga ein nýmótans flogvøll, sum lúkar øll international krøv. Ein av okkara kendu politikarum plagdi uggandi at taka til: Mangir eru leikir í drúgvum talvi. Og tað kann av sonnum sigast, nú flogvallamálið loksins er komið undir land.
Vit eiga øll at sanna, at einans skilagóður, uppbyggjandi politikkur kann slóða fyri veruligum framburði og trivnaði í okkara landi, um politikarar hava orðtakið, bert er bróðurleyst bak, fyri eyga.
Og tað tykjast nógvir av okkara politikarum at hava.
Við lóg nr. 153 frá 31. mars 1976 - hon kom í gildi dagin eftir - broytti Fólkatingið lógina frá 1964 um Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Sum broyting og nýtt uppískoyti kom m.a.:
-Fonden ledes af en bestyrelse, der udpeges af det færøske hjemmestyre.
-De nærmere regler om fondens virksomhed fast-sættes af hjemmestyret.
Ikki fyrr enn 20. oktober 1992 lýsti landsstýrið kunngerð - hon varð lýst av nýggjum fýra ár seinni - um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
At kunngerðin skuldi koma nakrar fáar dagar eftir katastrofudagin 2. oktober 1992 er kanska lagnunnar speisemi, men eftir øllum at døma hava grunsins stjórnir virkað í 16 ár uttan nakra fyriseting frá landsstýrinum, hóast tað, sum omanfyri tilskilað, varð álagt við lógini í 1976.