- Guds orð er tað týdningarmesta av øllum í einari samkomu. Vit fáa ongatíð nóg mikið av tí, verður sagt úr samkomuni.
Byrjað varð í heyst við skipaðari bíbliuundirvísing, av teirri einfaldu orsøk at tørvur var á slíkari. Sum skilst hava fólk verið sera fegin um hetta, bæði tey sum lýddu á og tey sum stóðu fyri hesi undirvísingini.
Bíbliutímarnir vóru tá annaðhvørt mikukvøld, men nú er ætlanin at skipa hetta á ein øðrvísi hátt og ein annan dag, skilst á lagnum.
Byrjað verður longu komandi sunnudag og aftur komandi sunnudag kl. 11, tá undirvíst verður í einum ávísum evni. Tveir teir næstu sunnudagarnar verða so kvøldmøti kl. 18.
Ætlanin er at halda fram við hesum á sama hátt, soleiðis at ein hevur bíbliuundirvísing tveir teir fyrstu sunnudagarnar í mánaðinum og kvøldmøtir hinar báðar sunnudagarnar.
Komandi tveir sunnudagarnar verður tað Valdemar Simonsen sum fer at undirvísa. Evnið er “At hava kærleika til sannleikan í Guds orði”.