Í heyst fer landsstýrið at leggja fleiri uppskot fyri Løgtingið við tú endamálið at gera gerandisdagin hjá fólki, lættari. Tað fortaldi Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni fyri eini løtu síðani. Og onkur av hesum uppskotunum eru rættiliga kollveltandi.
– Føroyar verða ofta kallaðar eitt familjuland, og tað, sum telur hjá vanliga føroyingum, eigur eisini at telja hjá politikarum, segði hann.
##med2##
Hann sigur, at tí fer samgongan at bøta um javnvágina ímillum arbeiðslív og familjulív. – Arbeiðsplássið fer við bróðurpartinum av okkara bestu tíð, og familjan fær so tað, sum eftir er, vísti hann á.
Tí skal arbeiðsvikan nú styttast úr 40 tímum, sum hon er í dag, niður í 37 tímar. Sostatt flyta vit tríggjar tímar frá arbeiðsplássinum yvir í familju-vektskálina. Og tríggir tímar hvørja viku fara at skapa betri javnvág, segði hann.
– Vit hava fyrr stytt arbeiðsvikuna, uttan at tað hevur fingið avleiðingar fyri búskapin. Men tá tóku vit ein heilan dag - nú taka vit tríggjar tímar, greiddi hann frá.
Í fyrsta lagi fara hesir tímarnir at lætta um familjulívið. Í øðrum lagi fara tey, sum ikki hava fulla arbeiðsviku, at nærkast fullari tíð - og tað eru mest kvinnur. Og í triðja lagi verður føroyski arbeiðsmarknaðurin meiri lokkandi.
##med3##
Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna verður lagt fyri Løgtingið í heyst, staðfesti løgmaður í ólavsøkurøðuni.
Men hann legði afturat, at vilja vit fáa javnvág í, er tað ikki nokk at stytta arbeiðsvikuna, tí tað er eisini ójavnvág í lønarlagnum.
– Í 1969 varð gjørt av at bólka almenn starvsfólk í lønarflokkar. Og tá vigaðu kvinnustørvini minni enn størvini hjá monnum, tí teir vóru uppihaldarar og tí máttu forvinna meira.
– Soleiðis er ikki longur og tí rætta vit nú hesa ójavnvágina, segði løgmaður. Tey lægstløntu, sum starvast í eldrarøktini, á dagstovnaøkinum og á almannaøkinum, fara nú at fáa eina serliga lønarhækking, ella eitt lønarlyft, segði Aksel V. Johannesen.
Hann ásannar, at hetta eru størv, sum hava stóran týdning fyri okkara vælferð. Men tað er stórt trot á arbeiðsmegi og tá ið umsorganarøkini ikki virka nóg væl, rakar tað okkum øll. Ein meiri hóskandi løn fer helst at draga fleiri arbeiðsfólk til hesi økini, heldur løgmaður.
Men hann segði, tað verður eisini neyðugt at lætta um hjá øðrum, nú príshækkingar og rentuhækkingar tyngja. Hjá lág- og miðalløntum lækka vit skattin 1. januar, so at lønin hjá krambafólki, handverkarum, flakafólki og øðrum, røkkur eitt sindur longur, segði hann.
Men hann legði samstundis dent á, at fortreytin fyri skattalættanum er, at vit hava lagað tøkugjøldini og veiðugjøldini í vinnuni soleiðis til, at tey fíggja ein stóran part av útreiðslununum.
At laga gjøldini til, og at lækka skattin, skapar eina betri javnvág ímillum vinnufólk, sum troyta tilfeingið, og Føroya fólk, sum eigur tilfeingið, sigur løgmaður.