Í næstum fer samgongan stinga út í kortið, hvussu bústaðarneyðin í Føroyum kann loysast. Tað upplýsti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, hendan dagin, løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Sjálvstýri um at geva kommunum heimild til at byggja bústaðir.
Í hesum sambandi ætlar samgongan at koma við einum bústaðarpakka, har fleiri tiltøk verða sett út í kortið við tí endamáli at basa bústaðarneyðini.
– Ætlanin er at koma við einum bústaðarpakka um fáar vikur segði hon. Annars er eitt uppskot á veg í Løgtingið um at gera tað skattafrítt at leiga út til bústaðir, og eftir tí uppskotinum verða tær fyrstu 150.000 krónurnar í inntøku av at leiga til bústað, skattafríar.
– Hetta er partur av bústaðarpakkanum, men fleiri onnur tiltøk eru eisini í honum, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
– Vit mugu hyggja at, hvussu vit kunnu eggja teimum, sum eiga hús, tey ikki búgva í, til at leiga tey út, sigur hon. Hon sigur, at bústaðarskylda og betri møguleikar fyri at fáa fígging til sethús, eru eisini til umhugsunar.
Hon heldur, at skal tað eydnast at basa bústaðarneyðini, er tað neyðugt at fáa allar partar upp í leikin, bæði kommunur, bankar, byggivinnuna, tryggingrfeløg, og onnur.
Men hon heldur, at kommunur eiga at fáa lagaligari treytir at útvega grundstykki til leigubústaðir, í hvussu so er í eini skiftistíð, tí tað kann fáa bóltin á rull.
– Endamálið er at útvega bíligar bústaðir, og landsstýrið fer at koma við eini heildarætlan fyri, hvussu vit fáa gongd á bústaðarbygging.
Samstundis fer Landið at bíða við íløgum, sum krevja nógvar hondverkarar, fyri at fáa fleiri hondverkarar tøkar til at byggja íbúðir.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, staðfestur, at bústaðarneyðin er so stór, at hon er sinnað til at taka víðgongd stig fyri at loysa trupulleikan. Men hesi stigini kunnu so verða avtikin aftur, tá ið støðan er batnað, eitt nú er hon sinnað at gera tað mestsum skattafrítt at leiga út – tað er eitt uppskot, sum longu er á veg í Løgtingið.
Hinvegin heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at trupulleikin er nógv einfaldari enn so.
– Kommunurnar og Landið skulu halda seg burtur frá at byggja bústaðir. Tað einasta, tað snýr seg um, er at geva teimum privatu somu sømdir sum Bústaðir, er bústaðarneyðin loyst upp á tvey ár, sigur hann.
Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er ikki heilt samd. Hon vísir á, at Bústaðir vórðu settar í verðina, nettupp tí at tey privatu ikki bygdu nakrar bústaðir. Tí eru tað ikki Bústaðir, sum hava verið forðingin, staðfestur hon.
Í Sosialinum hava vit nógv meiri um bústaðarneyðina. Eitt nú hava vit eitt yvirlit yvir, hvussu nógv hús standa tóm kring landið