U21 HM: Leggja fyri við dysti móti Spania í Magdeburg

Føroyska U21-landsliðið spælir innleiðandi bólkadystirnar 20., 21. og 23. juni

Føroyska U21-landsliðið leggur fyri í HM-endaspælinum í manshondbólti við dysti móti Spania, ið vann U20 EM í fjør.

 

Dysturin móti Spania verður spældur 20. juni. Dagin eftir spæla okkara menn móti Angola. Síðani verður ein hvílidagur, og so verður spælt móti Japan 23. juni.

 

Allir tríggir dystirnir hjá Føroyum í bólki D vera spældir í Magdeburg í Týsklandi í einari høll, ið tekur 8.000 áskoðarar. Tað er ikki langt at ferðast úr Danmark til Magdeburg, og tí eru góðar vónir fyri, at okkara leikarar fara at fáa góðan stuðul frá føroyskum fjepparum til dystirnar. 

 

Í samrøðu við KVF ígjár segði U21-landsliðsvenjarin, Julian J. Johansen, at hann væntaði, at Føroyar og Japan fóru at kappast um annað plássið í bólkinum. Spania er greiður favorittur at vinna bólkin. Tí var hann fegin um, at okkara menn leika móti Spania fyrst. Somuleiðis er Julian fegin um, at talan verður um ein hvílidag áðrenn triðja bólkadystin móti Japan. 

 

Innleiðandi bólkarnir:

Bólkur A: Frakland,  Póland, Kroatia, USA

Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika

Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuwait, Libanon

Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola

Bólkur E: Ungarn, Danmark, Argentina, Vinnarin úr Kyrrahavinum.

Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin

Bólkur G: Serbia, Ísland, Chile, Marokko

Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudiarabia

 

HM verður leikt í Berlin, Magdeburg og Hannover í Týsklandi og í Athen í Grikkalandi, dagarnar 20. juni – 2. juli. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður leiktur í Magdeburg, millumrundan í Hannover og síðani plaseringsdystir í Hannover ella Berlin.

 

Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í mars og einari í apríl. Í tíðarskeiðnum 18. mai – 20. juni kemur liðið av venja fast saman tvær ferðir um vikuna. Í juni mánaði fer liðið eisini til Íslands, har venjingardystir vera móti Íslendska U21-landsliðnum, dagarnar 10. og 11. juni.