Leggur upp til vápnahvíld og sendir dronur avstað

Stutt eftir fráboðanina úr Kreml um steðg í øllum krígsatgerðum um páskirnar, er loftávaring í øllum Ukraina, tí russiskar dronur eru í luftini

Í dag hevur Russland boðað frá, at landið ynskir steðg í krígsatgerðunum millum Russland og Ukraina, meðan páskirnar eru.

 

Russar siga seg vænta, at Ukraina fer at gera tað sama og fer at binda frið um høgtíðina.

 

Men, boðini eru ikki nógv meira enn komin úr Kreml seinnapartin í dag, tá loftávaring er í øllum Ukraina, tí russiskar dronur sambært ukrainskum myndugleikum eru í luftini.

 

Tað var annars á boðtænastuni, Telegram, at Kreml kom við boðunum um, at landið er sinnað at steðga við øllum krígsatgerðum frá klokkan 17 í dag til á midnátt hin 21. apríl, lokala tíð.

 

- Vit roka við, at ukrainski herurin ger tað sama sum vit, ljóða boðini úr Kreml, og her verður víst til, at avgerðin um steðg í krígsførsluni byggir á "humaniter atlit", sum Kreml tekur til.

 

Í Kreml leggja tey tó aftrat, at russiski herurin noyðist at vera fyrireikaður, um brot verða framd á steðgin í krígsatgerðunum.

 

Stutt eftir, at boðini komu úr Kreml í dag, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at loftávaring er um alt Ukraina, tí russiskar dronur eru í loftrúminum.

- Dronurnar eru sanni hugburðurin hjá Putin til páskirnar og lívið hjá fólki, skrivar ukrainski forsetin, sum ikki tekur uppskotið hjá Kreml í stórum álvara.

 

##med2##

 

Obertsloytnanturin við norska Krígsskúlan, Palle Ydstebø, sigur við NRK, at hann sær russiska útspælið um steðg í krígsatgerðunum um páskirnar í ljósinum av royndunum hjá USA at fáa í lag eina vápnahvíld í Ukraina.

 

- Vladimir Putin roynir her at skava sær saman nøkur positiv "stig" frá amerikanarunum, sigur norski obertsloytnanturin, sum annars ikki dugir at sígga, at russiska uppskotið hevur nakran hernaðarligan týdning.

 

 

 

Palle Ydstebø