Páskaaftan, leygardagin 20. apríl klokkan 10, byrjar ársins páskatiltak í SMS.
– Her verður mangt og hvat fyri bæði stór og smá. Dagurin byrjar við eini Duplo-byggikapping fyri tey smáu, og síðan verða tvær LEGO-byggikappingar til børn upp til 12 ár á skránni. Tað verður LEGO-entusiasturin, Helgi Toftegaard, sum eitt nú hevur bygt LEGO Glasir bygningin, sum verður dómari, skrivar SMS í tíðíndaskrivi.
##med2##
Eisini verður stuttligt páskabingo, har tað verður gjørligt at vinna eitt stórt páskaregg við 6 kg av sjokulátu, LEGO-vinningar og mangt annað.
Seinnapartin verður Kahoot-spurnarkapping á Torginum. Øll sum taka Kahoot-appina niður á telefonina og fylgja vegleiðingini á Torginum, kunnu vera við í spurnarkappingini um ein lekran páskavinning.
##med3##
Børnini fáa eisini okkurt gott at leska sær við, og LEGO-maðurin vitjar á Torginum.
Skráin fyri dagin er at síggja niðanfyri:
Kl. 10.00-10.45: Duplo-byggikapping (Børn upp til 5 ár)
Kl. 11.00-11.45: LEGO-byggikapping (Børn 6-8 ár)
Kl. 11.00-13.00: LEGO-maðurin vitjar á Torginum
Kl. 12.00-12.50: Páskabingo
Kl. 13.00-13.45: LEGO-byggikapping (Børn 9-12 ár)
Kl. 14.05-14-30: PáskaKahoot
##med4##
##med5##
##med6##