Leiðarar í Suðuroy taka seg saman í net

Leiðarar í Suðuroy hava tikið seg saman í eitt net, sum kann vera ein felags rødd úteftir og har teir kunnu vera saman um mennandi tiltøk

Leiðarar kunnu hava nógv ymisk áhugamál. Men teir hava sanniliga nógv felags áhugamál.

Tað hava leiðarar í Suðuroy ásannað.

Nakað síðani fór tankin at spírast um, at leiðarar í Suðuroy skuldi taka seg saman í eitt leiðaranet.

Og nú hava Finn Johannesen á Vilt og Bent Albinus, økisleiðari hjá Føroya Banka í Suðuroy, tikið stig til at kalla allar leiðarar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum í Suðuroy við minst 15 starvsfólkum, saman á fund at tosa um støðuna.

Einir 25 leiðarar vóru bjóðaðir á fundin, sum var á skúladeplinum í Suðuroy og av teimum møttu einir 15 almennir og privatir leiðarar á fundinum.

Finn Johannesen sigur eftir fundin, at eitt tað fyrsta, tey samdust um, var, at markið fyri, at leiðarar skuldu hava minst 15 starvsfólk undir sær, skuldi bara bera vegleiðandi.


Hittast skjótt aftur

- Áhugaðir leiðarar fyri færri fólkum skulu eisini vera vælkomnir, sigur hann.

Stigtakarin sigur, at endamálið er at skipa ein formligan ella óformligan felagsskap fyri leiðarar í Suðuroy, har teir kunnu tosa um mál av felags áhuga.

Fundurin í gjár var bara at vita um áhugi er fyri einum slíkum leiðaraneti í Suðuroy, sigur Finn Johannesen.

Og hann staðfestir eftir fundin, at áhugin er til staðar og nú verður so arbeitt víðari.

Sostatt verður aftur skipað fyri einum fundi í januar mánaði, har málið verður tikið upp aftur og viðgjørd víðari.

Tað verða Bent Albinus, Finn Johannesen, Guðrun Petersen á dagstovninum, Mýrifípuni á Tvøroyri og Jórun Petersen, leiðari á heilsuskúlanum, sum standa fyri næsta fundinum.


Leita eftir endamálinum

Stigtakarin sigur, at enn er ikki greitt, hvat endamálið við leiðaranetinum skal vera og tí verður fyrsta takið at netið finnur síni egnu bein at standa á.

Eitt endamál kann vera at skipa fyri mennandi tiltøkum í felag, har serfrøðingar av ymsum slagi verða fingnir til oynna at halda fyrilestur.

Talan kann eisini vera um, at leiðarar kunnu oysa av sínum royndum til aðrar leiðarar um, hvussu teir takkla ymsar støður á arbeiðsplássinum. Her kann talan vera kveikjandi átøk fyri starvsfólki, men talan kann eisini vera happing ella rúsdrekkamisnýtsla.

Hinvegin er tað rættiliga stórur munur á arbeiðsplássum og sostatt eisini á áhugamálum. Tí kann talan eisini vera um at skipa undirbólkar av leiðarum, sum hava felags seráhugamál. Her kann talan vera um, at leiðarar í fiskivinnuni taka seg saman í ein bólk at viðgera flutningsmøguleikar til og úr Suðuroy ella onnur mál.

- Men eitt slíkt leiðaranet kann eisini verða ein felags rødd úr Suðuroynni, har privatir og almennir leiðarar gera vart við síni sjónarmið á ymsum økjum. Talan kann vera um

at leiðarar í Suðuroy gera greitt, hvat teir halda um at skerja túratalið hjá Smyrli og hvat teir halda um at leggja kommunurnar í oynni saman, ella, hvat tað kann vera, sigur Finn Johannesen.















Niels Hammer tikið myndina