Eitt vaktarskifti fer nú fram á tveimum stórum og týðandi økjum í Føroya størsta bankasamtaki, Eik Banka.
Tann 1. mars byrja Øssur S. Nolsøe og Marjun Eystberg í hvør sínum leiðarastarvi í bankanum.
Marjun Eystberg, ið er 46 ára gomul, gerst leiðari fyri størsta privatkundaøkið hjá Eik, ið fevnir um Streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy. Samstundis gerst 45 ára gamli Øssur S. Nolsøe leiðari fyri Vinnulívsdeildina, ið hevur til uppgávu at røkja sambandið við vinnukundar kring alt landið.
Bæði koma úr øðrum størvum í Eik-samtakinum.
Øssur Nolsøe hevur í stívliga sjey ár røkt starvið, sum Marjun Eystberg nú fer í. Frammanundan hevur hann m.a. verið grannskoðanarleiðari í bankanum. Øssur S. Nolsøe er bankalærdur og hevur útbúgving sum cand. merc. aud. Harumframt hevur hann eina Master í leiðslu. Áðrenn hann kom í Eik, starvaðist hann sum grannskoðari í nøkur ár.
Marjun Eystberg hevur starvast í Eik-samtakinum síðan 2003, m.a. sum starvsfólkaleiðari fram til 2008 og virkandi starvsfólkaleiðari í Eik Bank Danmark. Hon er bankalærd og hevur eina Master í leiðslu. Hon hevur m.a. eisini havt starv í Jyske Bank.
Teir báðir Eik-leiðararnir eru limir í leiðslubólkinum hjá Eik, og har halda tey eisini fram eftir 1. mars.