Kina
Árni Joensen:
? Størri demokrati, men ikki meiri enn ein flokk. Vit fara ikki at apa okkum eftir vesturlendskum siði.
Tað var boðskapurin í røðuni hjá kinesiska forsetanum, Jiang Zemin, tá hann setti landsfundin hjá kommunistaflokkinum í Beijing í gjár.
Alt bendir á, at hetta var hansara seinasta setanarrøða, tí á landsfundinum skal flokkurin velja nýggjan formann, sum síðani skal taka við sum forseti næsta vár. Í Kina verður hildið, at verandi varaforsetin, Hi Jintao, fer at taka við.
Í setanarrøðuni ávaraði Jiang Zemin teir 2000 lut-takararnar ímóti korrupsjónini í Kina. Hann segði, at tað er umráðandi at rudda alla korrupsjón burtur. Er flokkurin ikki førur fyri tí, eigur hann heldur ikki at fáa álit fólksins, segði forsetin. Samstundis eggjaði hann flokkinum til at flyta búskapin nærri marknaðarbúskapi og at geva tí privata størri rásarúm.
? Men Kina verður ongantíð sum londini í Vesturheiminum, legði hann afturat.