Leiðslan í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík stuðla verkfallsbrótarum


 

Føroya Arbeiðarafelag

Tórshavn, 15.05.2001

Fjølmiðlarnir hava seinastu dagarnir havt lýsingar frá fakfeløgum, sum boða frá, at ikki er loyvt limunum í hesum feløgum at átaka sær verkfallsrakt arbeiði.

Hvørki Havnar Arbeiðsmannafelag ella feløgini í Klaksvík hava tó havt slíkar lýsingar, men hin-vegin er formaðurin í Havnar Arbeiðs mannafelag endurgivin fyri at hava sagt, at hann ikki fór at forða limum sínum í at fara inn á økið okkara og taka á seg verkfallsrakt arbeiði.

Hetta er enn eitt prógv um, at leiðslurnar í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík bert tykjast hava atlit til síni egnu áhugamál, meðan tey als ikki hava áhuga á, at stuðla øðrum feløgum í stríði teirra.

Hetta er ikki sørt hugstoytt og spurningurin er um leiðslurnar her veruliga umboða hugsanina hjá vanliga liminum í hesum feløgunum, tí helst munnu flest allir fakfelagslimir síggja, at tað er eyðsýnt, at fakfeløg eiga at stuðla øðrum fakfeløgum í lovliga stríði teirra, og tað minsta ein kann rokna við er, at fakfeløg nokta limum sínum at átaka sær verkfalssrakt arbeiði.

Hetta er tó ikki hugsanin hjá leiðslunum í Havnar Arbeiðsmannafelag og

feløgunum í Klaksvík, men tað kundi verið, at hesi feløg einaferð koma at hava tørv á stuðli frá hinum fakfeløgunum í Føroyum, og tá fara tey at kenna hvussu týdningarmikið tað er við veruligum solidariteti, tí uttan mun til framferðina hjá núverandi leiðslunum í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík, so fara vit ,og helst øll onnur fakfeløg í Føroyum, at nokta limum okkara at taka upp verkfalls- rakt arbeiði uttan mun til hvat felag tað er sum hevur lýst verkfall.