Leiðandi flokkarnir hava landsfund í dag

Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum er í Smæruni í Havn og Floksting Tjóðveldis í Virkinum á Sandi

 

Í dag hava teir báðir størru samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ávikavist landsfund og flokstings, sum tjóðveldisfólk rópa sín landsfund. Hetta er fyrstu ferð, at hægsta valdið í flokkunum hittast eftir løgtingsvalið og eftir, at nýggj samgonga varð skipað.

Har fara flokformenn og leiðsla annars at leggja fram sín boðskap, eins og vanligi javnaðar- og tjóðveldislimurin sleppur at siga sína hugsa. Orðaskifti á slíkum fundum kann vera lívligt.

Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum er í Smæruni í Havn.

Á skránni stendur millum annað formansrøða, gestarøða frá Anne Mette Greve Klemensen og politiskt orðaskifti.

Um kvøldið verður landsfundarveitsla í veitsluhølunum hjá Starvsfelagnum.

Flokstingið hjá Tjóðveldi byrjaði í gjárkvøldið. Í morgun er millum annað sofaprát við landsstýrisfólk floksins, og formansrøðan hjá Høgna Hoydal.

Gestarøðari á flogstinginum hjá Tjóðveldi er Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Í kvøld verður veitsla í Virkinum á Sandi.

Eftir floksting og landsfund plaga flokkarnir at koma við eini yvirlýsing – sum kanska er hvassari, tá teir sita í andstøðu, enn nú teir standa við lands leiðslu.