Leiðari fyri nýggja ungdómstilboðið á Strondum settur

Kommunustýrið hevur samtykt at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv í bygdahúsinum og ungdómstilboðnum

Arthur er 30 ára gamal, útbúgvin sosialráðgevi og býr í løtuni á Tvøroyri har hann er leiðari fyri ungdómshúsinum  Pakkhús 4. 

 

Arthur byrjar í starvinum 1. desember. Fyrstu mánaðirnar verður hann í hálvum starvi, henda tíðin skal brúkast til at skipa arbeiðið í ungdómstilboðnum. 1. februar næsta ár verður starvið fulla tíð, og tá tekur hann við sum dagligur samskipari í bygdahúsinum eisini