Nú er tað greitt, at Leif Niclasen framvegis verður partur av hópinum, sum EB/Streyma venjarin Heðin Askham hevur at arbeiða við.
EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið og Leif Niclasen hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar at hvørjum øðrum í 2018 og í 2019.
Leif Niclasen er tann spælarin, sum oftast hevur umboðað EB/Streym í fremstu deildini.
31 ára gamli álopsspælarin hevur altíð spælt við EB/Streymi.
Hann hevur síðani 2005 spælt 266 ferðir í Effo-deildini, har hann hevur skorað 57 mál.
Í steypakappingini hevur hann spælt 38 dystir og skorað ellivu mál.
Hann hevur spælt fýra dystir um uppflyting og skorað trý mál og fimm stórsteypadystir.
Í altjóða kappingum hevur Leif Niclasen seks ferðir umboðað EB/Streym í Champions League og skorað eitt mál.
Í Europa Leagune hevur hann spælt fimm dystir, og í UEFA Cup hevur hann sambært faroesoccer spælt tveir dystir.
Leif Niclasen hevur tvær ferðir í vinadystum umboðað Føroyar.
Fyrra ferðin var 20. august í 2008, tá ið Føroyar taptu 5-0 ímóti Portugal, og Leif Niclasen var á vøllinum alla tíðina.
Seinna ferðin var 14. august í 2013, tá ið Føroyar á útivølli taptu 1-0 ímóti Íslandi. Ta ferðina avloysti Leif Niclasen í 83. minutti Christian R. Mouritsen.
Leif Niclasen hevur verið við til at vinna FM tvær ferðir – í 2008 og 2012 - og kappingina um løgmanssteypið fýra ferðir – í 2007, 2008, 2010 og 2011.
Millum liðfelagarnar gullárini vóru Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus. Arnbjørn var liðfelagi saman við Leif Niclasen síðsta kappingarár. Tað verður hann eisini næsta ár.
Fyri fáum døgum síðani skrivaðu EB/Streymur og Hans Pauli Samuelsen, sum síðstu árini hevur spælt við Víkingi, undir nýggja samstarvsavtalu.
Tað ljóðar, at Marni Djurhuus, sum ikki hevur spælt seinastu árini, næsta ár verður aftur at síggja á EB/Streyma liðnum.