Leygardagin søgdu vit frá fyrsta sigrinum í landskappingini hjá Leiftri, og at trý av fýra málum vórðu skorað av føroyskum spælarum.
Í dag hava vit aftur tíðindi at bera um Leiftur, men tey eru ikki so hugalig, sum tey leygardagin vóru. Leiftur var sunnukvøldið stutt sagt smurt av á heimavølli. Fylkir vitjaði, og oddaliðið setti tingini orduliga upp á pláss. Teir vunnu 7?1, og harvið fingu Jens Martin Knudsen og hansara menn eina orduliga áminning um, at tað verður strevið og torført hjá teimum at koma úr botninum.
Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen og John Petersen vóru á liðnum hjá Leiftri. Jens Erik Rasmussen er framvegis skaddur.
Tað var í 2. hálvleiki, at Fylkir skoraði flestu málini. Í 31 minuttir noyddist Jens Martin Knudsen ikki færri enn seks ferðir at taka bóltin úr netinum.
Spentu bogan
Fylkir var á odda 1?0 í steðginum. Í 2. hálvleiki royndu teir í Leiftri at javna. Teir royndu at flyta spælið á mótstøðuhálvuna. At álopsbogin varð spentur hevði við sær, at tað gjørdist eitt sindur tynnri í aftaru røðini, og so fall álopshamarin hjá Fylkiri eirindarleysur.
Teir skoraðu upp á brotsspark í 53. minuttir, og so skoraðu teir aftur í 62., 64., 70. og 79. minutti. Alexandro Santos, brasilimaður sum var skiftur inn á Leifturs liðið, minkaði um munin í 81. minutti, og í 85. minutti slerdu Fylkirs menn síðsta seymin í, tá teir enn eina ferð fingu brotsspark og skoraðu.
ÍA eitt pláss aftur
Uni Arge og hinir í Akranesi høvdu ilt við at sleppa út í Vestmannaoyggjarnar. Dysturin var á skránni hóskvøldið, men tá var hann av ongum, tí tað vóru ikki floglíkindi. Tá teir royndu aftur fríggjadagin vóru heldur ikki floglíkindi.
Leygardagin eydnaðist tað endiliga. Fyrsta bríkslið var longu klokkan eitt. Tað gingu 77 minuttir, áðrenn fyrsta og einasta málið kom. Tað fekk heimaliðið, og tað vil siga, at ÍBV tók seg upp á fjórða plássið, og at ÍA datt niður á fimta plássið.
Flott av Pálli
Triðja føroyska liðið í bestu deildini í Íslandi er Keflavík, har Páll Guðlaugsson er venjari. Hóskvøldið tapti hann á Ólafsfirði móti Leiftri, sum hann vandi bæði í fyrraárið og í fjør. Men sunnudagin gekk betur.
Keflavík hevði vitjan av meistaraliðnum í fjør, KR. Páll og teir hava havt gott tak á KR í ár. Teir høvdu undan dystininum vunnið tvær ferðir á teimum, og aftur hesa ferð eydnaðist tað. Keflavík vann 1?0. Málið skoraðu teir í 78. minutti. KR er á triðja plássi við átjan stigum. Keflavík er sætta plássi við fimtan stigum ? sama stigatali sum ÍA.
jh