Leiftur líkist niðurflytara

Tað gongst ikki eftir vild hjá teimum fýra føroyingunum á Ólafsfirði, og í gjár taptu Leiftur heili 5-0 fyri Breiðabliki

Stefan í Skorini


Leiftur spældi í gjár á útivølli ímóti Breiðabliki, sum eisini er eitt av botnliðunum í bestu íslendsku deildini.

Leiftur var fyri enn einum stórtapi, tí at heimaliðið vann heili 5-0, eftir at støðan var 2-0 í hálvleikinum. Í seinasta umfarinum tapti Leiftur 7-1 fyri Fylki. Tólv mál eru farin inn í tveimum teimum seinastu dystunum, og tá skuldi ein ávaringarlúður ljóðað hjá teimum á Ólafsfirði.

Breiðablik legði seg framum longu í 12. minutti, og stutt fyri steðgin øktu teir aftur. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik gjørdist tað 3-0, og teir seinastu tíggju minuttirnar fóru tveir bóltar í málið framvið Jens Martini. Næsti dysturin hjá Leiftri verður á heimavølli 3. august ímóti KR, so teir mugu taka sær um reiggj, skulu teir hava nakranmøguleika at yvirliva í bestu deildini, nú bara sjey dystir eru eftir.

Uni Arge og ÍA av Akranesi taptu í gjár á útivølli 1-0 ímóti meistarunum KR úr Reykjavik. KR skal í vikuni spæla seinna Europa Cup dystin ímóti Brønby, ið vann fyrra dystin 3-1. Dysturin var sera týdningarmikil fyri ÍA, tí at bæði liðini høvdu 18 stig undan dystinum. Fyrri hálvleikur var javnur, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik skoraði KR sigursmálið og er nú eitt stig aftanfyri Fylkir í oddanum. Uni Arge var við í byrjunaruppstillingini hjá ÍA, og hevur hann nú bitið seg fastan aftur, eftir at hann var á beinkinum eitt skifti, tí at hann hevur havt ein skaða í økslini.

Fylkir hevur 22 stig, meðan KR hevur 21. Síðani koma ÍBV og Grindavík við 20 stigum hvør, og ÍA er á fimta plássi við 18 stigum. Keflavík, har Páll Guðlaugsson er venjari, er á sætta plássi við 16 stigum. Leiftur og Stjarnan liggja føst í botninum við 7 stigum hvør, men Stjarnan hevur betri málmun. Tað sær avgjørt ikki bjart út hjá Leiftri, tí at tvey lið flyta niður úr bestu íslendsku deildini, og tað eru heili átta stig upp til tey næstu liðini, sum eru Breiðablik og Fram, ið hava 15 stig.

Pól Thorsteinsson og Valur liggja væl fyri í stríðnum um uppflyting úr næstbestu deildini. Valur er tvey stig frammanfyri næsta kappingarneytan, sum er FH, og í seinasta dystinum vunnu teir 5-0 á Tindastøll. Valur hevur ongantíð áður verið í næstbestu deildini, og tað er heldur ikki líkt til, at teir hava ætlanir um at steðga har leingi.