Leikirnir í Gotlandi í 1999 vóru framúr góðir

OYGGJALEIKIR: Hoyr kenda kringvarpsmannin, Tórð Mikkelsen rógva aftur á oyggjaleikirnar, sum vóru í Gotlandi í 1999

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Tórð Mikkelsen, sum arbeiddi sum miðlamaður til seinastu oyggjaleikirnar, sum vóru í Gotlandi á sumri í 1999. Tá arbeiddi Tórður Mikkelsen fyri Sjónvarp Føroya.

 

Tórður Mikkelsen minnist gott aftur á leikirnir í Gotlandi í 1999. Hann heldur, at hann og hini miðlafólkini fingu optimalar umstøður at virka undir. Tað er nakað, sum tað kann halta við á teimum bretsku oyggjunum.

 

Tórður Mikkelsen bleiv kendur fyri at gera nógv burturúr teimum dramastisku støðunum, sum vóru á oyggjaleikunum í Gotlandi í 1999. Hann vildi strekkja seg langt fyri at gera gott sjónvarp.