Leingja Tinganes

Forvitnisligt uppskot er komið á borðið hjá landsstýrinum. Í sambandi við tey nógvu nýggju stjórastørvini í Tinganesi hevur ein arbeiðsbólkur gjørt víttfevnandi uppskot til loysn á plásstrupulleikunum. Fulltrúar hava roknað út, at brúk er fyri 17 nýggjum skrivstovum, og sum er er einki pláss at byggja hesar skrivstovur á

Nógv grót

Sambært uppskotinum er ætlanin at leingja Tinganes einar 130 metrar í ein lands-synning og síðani gera ein vinkul upp á 90 stig í beinan útsynning. Hetta opnar møguleika fyri, at Vestara vág eina ferð í framtíðini kann fyllast heilt upp, og so verður lagamanni at byggja nýtt løgtingshús á hesum stóra økinum. Virksemið á Eystaru bryggju verður í so fall flutt inn á Sund.

Verkfrøðingar hava roknað út, at einar tvær milliónir kubikkmetrar av gróti skulu til. Men nokk er til av gróti í Føroyum, og tað liggur í uppskotinum, at tað mesta av grótinum kann takast oman av Glyvursnesi, og á tann hátt verða lunnar lagdir undir nýggjan altjóða flogvøll nærhendis høvuðsstaðnum.


Fagna uppskotinum

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur spurt seg fyri hjá friðingarmyndugleikum og øðrum kønum fólkum, og allastaðni verður uppskotið væl móttikið. »Vit gera Føroyar størri«, sigur Tróndur Patursson, og leggur afturat, at hann mangan hevur havt í huga at byggja upp í kirkjubømúrin. »Vit fáa ongatíð ov nógv av føðilandinum«, leggur hann treystliga afturat.


Ljósari tíðir fyri framman

»Tað hevur verið ótolandi trongligt hjá okkum her úti í Nesinum«, sigur ein av teimum nýggju aðalstjórunum í viðtali. »Ein stjóri má hava eitt ordiligt skriviborð, pláss til bøkur og skjøl, og hann skal helst eisini hava eina sofu, so hann kann slappa av inn ímillum. At vera stjóri í dag er ikki sum at siga tað. Vit fáa á henda hátt eitt heilt nýtt skrivstovulandskap, sum fer at verða eitt satt prýði fyri høvuðsstaðin«.

Og satt er tað, sum aðalstjórin sigur. Vit mugu hava eitt vælútgjørt embætisverk. Oljuvinnan bankar upp á. EU vil hava okkum uppí. Flogferðslan er í stórum vøkstri. Talið á alment løntum er í støðugum vøkstri, og tað er einamest einum miðvísum politikki hjá sitandi landsstýri fyri at takka. Tí hava uppskotsstillararnir borið upp á mál, at uppískoytið í Tinganes skal eita annaðhvørt »Annfinnskrókur« ella »Edmundsoddur«.


A. P. Ríl