Fýra fyribilssettir prestar hava fingið starvssetanina longda í tveir mánaðir. Av tí at eingin sáttmáli er gjørdur millum Prestafelagið og Fíggjarmálaráðið, hava fýra av teimum fyribilssettu prestunum fingið setanina longda tveir mánaðir afturat. Teir fýra vóru allir fyribilssettir árið út, men nú er tað longt fram til 1. mars komandi ár, upplýsir Jógvan Fríðriksson, bispur.
Teir fýra prestarnir eru Theodor D. Olsen, Kvívík, Ann Dahl Hansen, Havn, Hanus Simonsen, Klaksvík og Henning Bøgesvang, Søldarfjørður.
Ein annar prestur, Símun Jacobsen, Hvalba er eisini fyribilssettur árið út. Avgerð er ikki tikin enn, hvussu tað verður við tí starvinum, tí at Ólavur Rasmussen, prestur, skal í seinasta lagi hálvan november svara, um hann kemur aftur í starvið ella ikki, sigur bispur.
Annars verður helst brúk fyri onkrum presti afturat at loysa av, tí hálvan januar fer David Johannesen, Miðvágur, í farloyvi í tríggjar mánaðir, upplýsir bispur, skrivar Trúboðin.