- Dugir tú at seyma, umvæla elektrisk tól, skrúva uppá maskinur, ella dámar tær væl at finna loysnir á praktiskum trupulleikum? So hevði Repair Café í Vági kanska verið nakað fyri teg.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í dag.
Repair Café í Vági er eitt burðardygt átak í Fab Lab, har fólk kunnu koma við lutum, sum eru gingnir fyri og fáa hjálp til at umvæla teir heldur enn at burturbeina lutirnar.
- Vit geva støvsúgvaranum eitt nýtt lív, umvæla smærri elektrisk tól, seyma skrødd klæði, seta nýggjar knappar í og fáa gamlar lampur at lýsa aftur. Saman hjálpast vit at varðveita tað, sum framvegis kann brúkast.
Endamálið við Repair Café er at minka um burturkast, fremja burðardyggari nýtsluvanar og skapa áhuga fyri grøna umskiftinum – samstundis sum fólk hittast og hjálpa hvørjum øðrum.
- Repair Café heldur til í Fab Lab í Vági og er opið eina ferð um mánaðin. Arbeiðið verður lønt gjøgnum Vágs Kvøldskúla, verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo - har neyvari kunning er um starvið.










