Leygarkvøldið var ein persónur farin inn á eina matstovu í høvuðsstaðnum, har hann rópti rasistisk ókvæmisorð eftir starvsfólki á matstovuni.
Eigarin av matstovuni fór á politistøðina sunnudagin og boðaði frá hesum, og løgreglan tók málið upp.
Viðkomandi persónur er avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á 266b í revsilógini.
Í slíkum førum fara mál víðari frá ákæruvaldinum í Føroyum til Danmarkar fyri at skilja linjurnar millum, nær tað snýr seg um slíkt, sum kann sigast innan fyri grundlógina, ella nær talan er um brot á 266b í revsilógini.
Skuldsetti maðurin er føroyingur.










