Hóast fleiri vitni vóru til hendingina, veit løgreglan framvegis ikki, hvør tað var, sum leyp á ein ungan mann leygarnáttina klokkan hálvgum trý í Havn.
Tað hendi uttan fyri Café Natúr, at ein maður leyp á ein 18 ára gamlan drong, slerdi hann og bukaði høvdið fleiri ferðir niður í asfaltið.
Tann 18 ára gamli varð fluttur á Landssjúkrahúsið við heilaskjálvta, men hann varð útskrivaður aftur í gjár.
Vitni hava greitt eitt sindur ymist frá, men maðurin var 20-25 ára gamal, 180-190 cm høgur. Hann var í scaterbuksum og í leðurjakka við svartari stroppaundirtroyggju innanfyri. Um hálsin hevði hann eina ketu við krossi.
Einki vitni kendi mannin.
Politiið heitir á fólk, sum halda seg vita, hvør maðurin kann vera, um at boða frá.