Leita eftir tveimum nýggjum skúlastjórum

Mentamálaráðið søkir eftir tveimum leiðslufólkum til fólkaskúlan

Í ár eru fleiri nýggir skúlastjórar settir kring landið, og nú eru tvey leiðslustørv afturat leys at søkja.

 

Mentamálaráðið søkir nú eftir tveimum leiðarum til fólkaskúlan.

 

Annað starvið, sum skal setast, er skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla. Í skúlanum ganga umleið 200 næmingar úr 1. til 10. flokk. 

 

Hitt starvið er fyrstilærari í Kvívíkar skúla. Skúlin er fýraflokkaður skúli upp til og við 7. flokk. 

 

Freistin at søkja størvini er 16. august.