Leita framvegis eftir fólki til Buzz Aldrin

Enn eru ikki allar rollur í Buzz Aldrin fyltar. - Nú venda vit okkum til pedagogar, lærarar, sjúkrasystrar, krambakvinnur og onnur fyri at finna hesar týpurnar

Filmsupptøkur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í eina tíð hava royndarfilmingar verið til stóru verkætlanina at gera leikin Buzz Aldrin til film. Men ikki allar rollurnar eru fyltar, og tey leita framvegis eftir nøkrum fólkum.

- Vit vilja gjarna fáa fatur á kvinnum og børnum, ið møguliga eru áhugað í at vera við í filminum. Tað sigur Eyð Matras, samskipari av upptøkuroyndunum her í Føroyum.

- Tey, sum eru von at spæla, venda sær sjálvandi fyrst til okkum. Nú hava vit mest sum fingið tey upp á pláss, og nú leita vit eftir hinum fólkunum, vísir Eyð Matras á.

Serliga er tað tríggjar týpur av kvinnum, tey leita eftir.

Ennen, ið er ein myrk vøkur, døpur týpa, og hevur eitt sindur sárt sinnalag.

Eyðdis, sum er einlig mamma, frisør, skiftur hárlit alla tíðina og droymur um ein maka.

So er tað Anna, ið er tann móðurliga týpan, sum er myrkarædd og elskar at binda.

Eisini leita tey eftir einum smádrongi at spæla leiklutin sum Sofus. Tað er ein drongur, ið er í 8 til 10 ára aldri.

- Hann er gjarna opin, hevur eitt serligt »glimt« í eyganum og hevur altíð skálkin aftanfyri oyrað« sigur Eyð Matras.

Buzz Aldrin er ein stórur filmur, ið kemur at koyra í fýra pørtum í øllum Norðurlondum.

- Hetta er eitt gott høvi hjá føroyingum at gera vart við seg. Tað vil sjálvandi vera ynskiligt at fylla hesar rollurnar við føroyskum leikarum. Nú venda vit okkum til pedagogar, lærarar, sjúkrasystrar, krambakvinnur og onnur fyri at finna hesar týpurnar.

Áhugað kunnu venda sær til Eyð Matras á tlf. 27 08 89 ella eymatr@olivant.fo.