Leita nú eftir norðmonnunum

Um nakrar dagar fæst at vita, um teir fimm norðmenninir, sum ikki eru komnir afturíaftur síðani gíslatøkuna í Algeria, eru millum teirra, sum lótu lív.

Noreg er tað einasta landið, sum hevur sent serfrøðingar til Algeria at vita, at teirra ríkisborgarar eru millum teirra, sum doyðu í sambandi við gíslatøkuna í síðstu viku.

-Vit kanna nú tey deyðu, og vónandi fáa vit nóg greiðar upplýsingar til at eyðmerkja tey, sigur leiðarin hjá teimum norsku serfrøðingunum, Per Angell, við tíðindastovuna NTB.

Per Angell væntar, at um nakrar dagar fæst vissa fyri, at teir fimm norðmenninir eru millum tey deyðu. Hann sigur, at verða norðmenninir eyðmerktir, fáa tey avvarðandi tað at vita, áðrenn tað verður almannakunngjørt.