Í dag visti Sermitsiaq at siga, at tyrla og flogfar hjá Arktisk Kommando hava leitað í Diskovíkini í Grønlandi eftir trimum saknaðum.
Tað var longu sunnukvøldið, at fólkini vórðu lýst saknað.
- Ein bátur er funnin, men hann var tómur. Tí helt leitingin fram eftir teimum, sum skuldu verið í bátinum, siga tey hjá Arktisk Kommando við Sermitsiaq.
Í dag klokkan 13 upplýsti Arktisk Kommando, at eitt Challenger-flogfar og ein hernaðartyrla vórðu sett inn í leitingina eftir teimum saknaðu.
Grønlands Politi hevur eisini verið partur av leitingarátakinum í Diskovíkini.
Higartil hava hvørki Sermitsiaq ella grønlendska kringvarpið - KNR - sagt nakað um, at nakar av teimum saknaðu er funnin.