Leitaðu eftir manni í Havn

Tíðliga í morgun fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein árabátur var á veg út um Molan við einum manni í. 

 Tað er ikki vanligt, at fara við árabáti ein sunnumorgun, so løgreglan fór á havnarlagið at kanna málið.

 

Tá ið løgreglan kom oman á Molan, var báturin komin inn í bingjuhavnina og tá ið løgreglan kom framat bátinum, lá hann í grótkastinum, men maður var eingin at síggja.

 

Løgreglan stúrdi fyri, at hann kanska var farin á sjógv og tískil varð farið at leita við fólki, bjargingarbátinum, LÍV, og froskmonnum.

 

Men har var einki at finna og tískil góvust tey at leita aftur.

 

Løgreglan  væntar tískil, at maðurin er farin í land og hevur tikið til rýmingar.

 

Tey siga, at slíkur atburður er serstakliga illa umhugsaður, tí ampi kemur á fólk, samstundis sum at stórt tiltak verður sett í verk at leita.

 

Løgreglan sigur, at verður maðurin funnin, kann hann fáa bót og endurgjaldskrav fyri alt, sum varð sett í verk í morgun til onga nyttu av hansara ávum.

 

Løgreglan veit ikki um maðurin átti bátin sjálvur, ella um hann var stolin og hann liggur í sama stað enn.