Hann hevur leingi havt hesa ferðina í huganum. Nú tók hann sær endiliga um reiggj og fór ta longu leið úr USA til Føroyar, har røtur hansara liggja.
? Hetta hevur verið ein sera væleydnað ferð, og eg gleði meg ómetaliga nógv til at koma heimaftur og siga familju míni frá øllum upplivingunum, eg havi havt her í Føroyum. Eg veit eisini, at tey eru forvitin eftir at hoyra meira um Føroyar og skyldfólkini her, sigur ein fegin Dick (Richard) Hentze um ferðina, sum nú er at enda komin.
55 ára gamli amerikumaðurin sigur, at hann hevur fingið samband við nógv av skyldfólkum sínum í Føroyum, og tað er hann fegin um. Eisini hevur hann vitjað í húsunum, sum verða kallað í Soylu á Sandi, har langomma hansara vaks upp.
? Næstan allir føroyingar, sum eg havi møtt, hava áhuga fyri familjuviðurskiftum, og tað hevur gjørt mítt arbeiði her nógv lættari, tí tað er jú familju, eg havi sóknast eftir, sigur Dick, sum heldur tað vera stuttligt, at føroyingar eru so væl vitandi um síni familjuviðurskifti.
Dick er longu farin at leggja ætlanir um enn eina ferð til Føroya í summar, og tá verður gamli faðir Dick eftir ætlan eisini við á ferðini.
Grundløgdu danska búseting
Jóhan Michael og Arina fóru víðari til USA, har tey fyrst settu búgv í Chicago miðskeiðis í USA.
Tey fluttu síðani vestureftir og keyptu jørð í Oregon, har ein dani var farin undir at grundleggja eina danska búseting. Í 1902 flutti familjan Hentze í ta donsku búsetingina í Oregon.
Tá familjan kom til USA fingu tey at vita frá myndugleikunum, at tey skuldu skifta eftirnavn, tí at ov nógv fólk itu Joensen. Tey gjørdu tí av at sleppa sær av við tað eftirnavnið, og vóru eftir hetta bara kend undir eftirnavninum Hentze, sum er kent á Sandi.
Meðan tey vóru í Chicago føddi Arina tveir synir, og vórðu teir nevndir Einar og Búe. Báðir dreingirnir vuksu upp á bóndagarðinum í Oregon. Einar er abbi Dick, men hann tosaði ongantíð um Føroyar, haðani foreldur hansara vóru ættað.
Einar giftist við eini norskari gentu, hvørs foreldur eisini vóru flutt til USA. Í brúðargávu fingu tey ein bóndagarð í tí donsku búsetingini og hildu sostatt fram á sama staði.
Omma Dick er norsk, og hann hevur hugsað um at fara til Noregs at finna skyldfólk har, men ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað enn. Dick veit tó um eina familjustevnu í Noregi, har skyldfólk hansara koma saman fimta hvørt ár, so tað skuldi ligið væl fyri at sett seg í samband við skyldfólkini í Noregi.
Búe vakti áhugan aftur
Abbabeiggi Dick, sum kallast Búe, var tann, ið vakti áhugan hjá Dick fyri fjarskotnu oyggjunum Føroyum.
Dick greiðir frá, at abbi hansara, Einar, ongantíð vildi tosa um Føroyar, men hann dugir tó ikki at siga, hví hetta var so.
Sum ungur fór Búe til Alaska at arbeiða. Hetta var í 1953, tá Dick var átta ára gamal. Ikki fyrr enn 24 ár seinni í 1977 sóust teir báðir aftur. Tá hevði Búe búð í sama býi sum Dick í fleiri ár, men teir vistu ikki av hvørjum øðrum.
Eftir at Dick hevði funnið abbabeiggjan aftur, kom hann ofta í heim hansara, og tað var Búe, ið vakti áhugan hjá Dick fyri Føroyum, hóast Búe ongantíð var her á landi.
Búe doyði fyri stuttum, og hann gjørdist 104 ára gamal.
Verið heppin
Dick sigur seg hava havt hepni við sær, tá hann kom til Føroyar.
? Eg havi verið ómetaliga heppin á míni ferð, tí øll fólk hava verið so hjálpsom og hava skilt, hvørjum eg stríðist fyri uttan at seta nakrar spurningar. Eg havi nátt mínum máli á hesum sinni, men enn er nógv eftir at kanna. Eitt nú havi eg næstan bara kannað familjuna á Sandi, men eg havi eisini skyldfólk aðrastaðni í Føroyum, sum eg ætli mær at finna, tá høvi aftur býðst, sigur Dick.
Langomma Dick, Arina, hevði ein beiggja, ið nevndist Jens Michael, sum giftist við systur langabba Dick, og tey búðu á Sandoynni. So Dick hevur nógv skyldfólk, sum eru eftirkomarar hjá Jens Michael.
Dick hevur havt nógv samband við Michael Olsen á Sandi, sum er hansara nærmasta familja her í Føroyum, og hann hevur búð hjá Nielsi Olsen á Sandi.
Dick sigur seg tó bara hava nomið við yvirflatuna enn, og hann ætlar sær í holt við familjuna í Skemmuni í Suðuroy, sum Dick eisini er skyldur við.
? Tað hevur stóran týdning fyri meg sum persón at kenna mínar røtur, og tí havi gjørt so nógv fyri at finna tær. Tað er torført at greiða frá, men eg havi eitt sterkt ynski eftir at kenna mínar røtur, sigur Dick Hentze, sum alt sítt lív hevur verið lærari í barnaskúlanum, men er nú farin frá við eftirløn.
Sum heild hevur Dick fingið nógv burturúr ferð síni í Føroyum, og honum dámar serliga væl tær lítlu bygdirnar heldur enn tey størru plássini. Eisini heldur hann tað vera stuttligt at síggja tann stóra politiska áhugan hjá føroyingum, nú so stórar rembingar hava verið á tí økinum.