Leitingin eftir smáflogfari hevur hildið fram í dag

Tað var í gjár, at grønlendskir miðlar vistu at siga um eitt lítið flogfar, sum helst er dottið niður nærindis Nuuk

 

Leitað varð í gjár, men umstøðurnar vóru truplar við ringum sýni, og tá kvøldið kom, varð leitingin fyribils steðgað.

 

Í dag hevur aftur verið leitað, men sambært bæði Sermitsiaq og grønlendska kringvarpinum - KNR - er ikki líkt til, at nakað er funnið higartil.

 

Heitt hevur eisini verið á skip og bátar í økinum um at hava eyguni við, um nakað er at síggja, sum kann hava við flogfarið at gera.

 

Sagt verður, at talan er um eitt kanadiskt flogfar við einum motori, sum leitað verður eftir, og at ein persónur var í flogfarinum.

 

Tað eru Naviair, Arktisk Kommando og Grønlands Politi, sum standa aftanfyri stóra leitingarátakið, har bjargingartyrla, flogfar, skip og bátar eru við í leitingini. 

 

Naviair, sum skipar flogferðsluna í økinum, visti í dag at siga, at smáflogfarið var á veg úr Kanada til Grønlands.

 

Leitað hevur bæði verið á sjógvi og landi, og sum skilst hevur serliga verið leitað á leiðini kring Sermitsiaq.

 

Lesið eisini - 

 

Stór leiting eftir lítlum flogfari í Grønlandi https://www.in.fo/news-detail/stor-leiting-eftir-litlum-flogfari-i-groenlandi