IRF hevur sent áheitan har mint verður á, at leivdir frá fletting dálka sera illa.
– Visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara, sigur IRF í fráboðan.
Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.
– Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum, skrivar IRF.
Áheitanin frá IRF er henda:
– Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu — tað dálkar illa at brenna tey.
– Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum.
– Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið, skrivar IRF í fráboðan.