Leivur sleppur ikki við til Russlands

U21: Leivur Joensen fær ikki innfararloyvi til Russlands

Tá føroyska landsliðið seinni í hesum mánaðinum skal til Russlands at spæla U21 landsdyst, so verður tað uttan ÍF spælaran, Leivur Joensen. Passið hjá honum er ikki komið fram til áseta tíð, og tí fær hann ikki visum.

 

- Alt er gjørt frá okkara síðu, men passið er ikki komið, har tað skal til tíðina. Tí verður Leivur Joensen ikki tøkur til dystin, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá U21 landsliðnum.

 

Passið hjá Leivuri Joensen bleiv sent eftirfylgjandi, tí hann var burturstaddur, tá passini hjá øllum hinum fóru av landinum til góðkenningar. Nú er passið so burturblivið.

 

Leivur Joensen hevur spælt allar tríggjar undankappingardystirnir higartil frá byrjan á høgra bakki.

 

- Leivur hevur spælt dystirnir og er ein av stamspælarunum. Tað er altíð óheppið, men maður kemur altíð í mans stað, sigur Bill M. Jacobsen, sum nú fer at taka ein nýggjan spælara út í hansara stað.

 

Føroyski A-landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, var út fyri ein líknandi hending, tá Føroyar spældu í Kasakhstan fyri nøkrum árum síðani. Hann slapp tó inn í landið, so hann náddi at spæla dystin.