Lemmastríðið endað við samstarvi

Eftir at hava stríðst í rættinum í fleiri ár eru Injektor Door og smápartafelagið Rock í Vági nú samd um at samstarva um at gera trollemmar -Líka so djúpt vit fóru í ósemju, líka so høgt vóni eg, vit fara í samstarvinum, sigur Jan Allan Müller, stjóri í Injektor Door, við Kringvarpið, og Hans Joensen, stjóri í smápartafelagnum Rock, væntar sær eisini nógv av samstarvinum.

Tey bæði feløgini hava ligið í stríði síðani 2004 og hava bara samskift ígjøgnum sakførara. Men á fiskivinnustevnu í Ålborg í heyst komu partarnir á tal, og í november samdust teir um samstarv og at hyggja frameftir.

Hans Joensen, stjóri í spf. Rock, sigur við Kringvarpið, at tey fegnast um avtaluna, og Jan Allan Müller, stjóri í Injektor Door, sær eisini nógv í avtaluni.